Politihundurin snoddaði seg fram til mannin
Løgreglan hevur tikið ein mann fyri herverk í nátt
Áki Bertholdsen
12. november 2023 kl. 09:30
Í nátt varð ringt til løgregluna at boða frá herverki í Fuglafjørði. Tað var ein maður, sum hevði brotið ein rút í einum pitsaria í Fuglafjørði - og so rýmdi hann av staðnum.
Løgreglan sigur, at tey fóru á staðið við hundi og hundurin kendi tev av manninum, so løgreglan læt bara hundin ganga undan. Og tað var heldur ikki so leingi, so hevði hundurin snoddað seg fram til herverksmannin, tá hevði hann goymt seg aftan fyri ein garð.
Løgreglan sigur, at maðurin var ávirkaður, so hann varð tikin á støðina at sova rúsin av sær og so verður hann avhoyrdur seinni í dag, samstundis sum at hann verður skuldsettur fyri herverk.