Póland fríggjar til danska Johnson & Johnson koppingarevnið

Eftir at myndugleikarnir í Danmark hava gjørt av at gevast at brúka koppingarevnið frá Johnson & Johnson, hevur Póland bjóðað seg fram at keypa avlopsskamtarnar hjá dønum

Sigurjón Einarsson
8. mai 2021 kl. 16:00

Póland hevur bjóðað seg fram at keypa avlopsskamtarnar hjá dønum av Johnson & Johnson, ið Danmark hevur valt ikki at brúka at koppseta við.

- Hesar seinastu dagarnar havi eg lagt merki til, at Danmark hevur avgjørt ikki at brúka koppingarevnið hjá Johnson & Johnson. Um Danmark avgerð at selja ein part av koppingarevninum, sum er á goymslu, so er Póland til reiðar at keypa tað, skrivar forsætisráðharrin, Morawiecki, til Mette Frederiksen í einum brævi, ið er dagfest tann 4. mai, sambært pólska miðlinum, polsatnews.pl.

Donsku myndugleikararnir søgdu í síðstu viku, at avgerð er tikin um at gevast at brúka koppingarevnið frá Johnson & Johnson, tí illgruni er um, at tað hevur elvt til blóðproppar hjá fólki, sum eru koppsett við tí.

Danmark hevur í alt bílagt 8,2 milliónir skamtar frá Johnson & Johnson, sum er ein triðingur av teimum 25 milliónir skamtunum, sum danir hava havt møguleika fyri at keypa. Johnson & Johnson koppingarevnið skuldi veruliga fáa ferð á koppsetingina í Danmark – og eisini Føroyum – men koppingarætlanin er tí útsett nakað tess vegna.