Pogba fingið leikbann í fýra ár

Italskir miðlar skriva í dag, at franski landsliðsleikarin fær leikbann í fýra ár fyri doping

Fríðmundur Nattestad
29. februar 2024 kl. 14:00

Í septembur mánað í fjør varð fyrrverandi Manchester United leikarin, Paul Pogba, tikin fyri doping, tá kanningar vístu, at hann hevði nýtt testosteron.

Tá varð sagt, at Pogba kundi fáa leikbann í fýra ár, men at hann sjálvur hevði eina vón um, at fáa tað stytt til tvey ár. Hetta ynski hevur hann ikki fingið uppfylt.

Í dag skriva italskir miðlar, at fyrrverandi Manchester United leikarin, sum í dag er 30 ár, fær leikbann í fýra ár.

Hvørki Pogba sjálvur, ella felagið hjá honum, Juventus, hava viðmerkt støðuna enn.