Kanningar vísa, at sálarheilsustøðan hjá ungum í dag er verri enn nakrantíð áður. Men hví mann hetta vera so, spyrja fólkini handan nýtt poddvarp, ið Sinnisbati Ung standa fyri.
Tað roynir ungmannafelagið hjá Sinnisbata at seta nøkur orð á í nýggja poddvarpinum, Tøgn.
Í fyrsta parti tosar felagsskapurin við Magna Mohr, ið er formaður í Fólkaheilsuráðnum, og síðani Tóru Petersen, sum bæði er sálarfrøðingur og ráðgevi hjá NÁM, skrivar Sinnisbati Ung á sínum Facebook-vanga.
- Tað er nemt at gera sær tankar um, hví sálarheilsustøðan er, sum hon er, men tó torført at koma til eina niðurstøðu, uttan at hoyra sjónarmiðið hjá teimum ungu. Vit kunnu ikki bert tosa um tey ungu, men við tey ungu. Tí gjørdu vit eitt sokallað "voxpop", har vit spákaðu okkum ein túr oman á gongugøtuna í Havn, og spurdu tey ungu, hvat ið tey hildu um áhaldandi trupulleikan.
Hoyr fyrsta part av nýggja poddvarpinum, Tøgn, ið hesa ferð snýr seg um ung og sálarheilsu, her:
Leinkja til Spotify her.
Leinkja til Soundcloud her.