Í Føroyum er brúsandi havið altíð hjástatt, og tað er ein týdningarmikil kelda til íblástur. Í eini nýggjari poddvarpsrøð ”Havsins listafólk”, sum Listasavn Føroya stendur fyri.
Triði í røðini er Jóna Rasmussen: Skapanarevni og kærleiki tvørtur um havið
Listakvinnan Jóna Rasmussen og maður hennara, Ingolf, hava altíð arbeitt á havinum – á hvør sín hátt. Tí hava tey ofta verið frá hvørjum øðrum í longum tíðarbilum, har einasta sambandi tvørtur um hav hevur verið við brøvum, yrkingum, uppringingum og radiofrekvensum
Hetta serliga sambandið hevur ment eitt sínámillum serligt skapanarevni, ið hevur givið Jónu íblástur til hennara list, og hjá Ingolfi at skriva yrkingar.
Journalistur og lagt til rættis: Rikke Mia Skovdal frá Listasavni Føroya
Húsi: Kirstin Helgadóttir
Stuðul: Dansk-Færøsk Kulturfond (poddvarpið er á donskum)
Poddvarpsrøðin ”Havsins listafólk”, sum Listasavn Føroya stendur fyri, hevur samrøður við hesi listafólk; Randi Samsonsen, Trónd Patursson og Jónu Rasmussen.