Poddvarp: Íblásturin sum føroysk listafólk fáa úr havinum

Í Føroyum er brúsandi havið altíð hjástatt, og tað er ein týdningarmikil kelda til íblástur. Í eini nýggjari poddvarpsrøð ”Havsins listafólk”, hoyra vit listafólk greiða frá hesum. Næstur í røðini er Tróndur Patursson

Sigurjón Einarsson
12. februar 2021 kl. 11:57

Í Føroyum er brúsandi havið altíð hjástatt, og tað er ein týdningarmikil kelda til íblástur. Í eini nýggjari poddvarpsrøð ”Havsins listafólk”, sum Listasavn Føroya stendur fyri.

Næstur í røðini í poddvarpinum er Tróndur Patursson. Her kanst tú hoyra um ævintýraferðina hjá Tróndi Paturssyni á einum bambusflaka, ið gav íblástur til glasinstallatiónina ”Bládýpið”.

Hetta er fyrstu ferð, at Listasavnið útgevur eitt poddvarp. Poddvarpið er gjørt sum eitt ískoyti til serframsýningina ”Havið”, ið kann upplivast til 5. apríl 2021. Mann kann lurta eftir poddvarpinum áðrenn ella aftaná vitjanina, men til ber eisini at lurta óheft av eini vitjan.

Journalistur og lagt til rættis: Rikke Mia Skovdal frá Listasavni Føroya

Húsi: Kirstin Helgadóttir  

Stuðul: Dansk-Færøsk Kulturfond (poddvarpið er á donskum)

Poddvarpsrøðin ”Havsins listafólk”, sum Listasavn Føroya stendur fyri, hevur samrøður við hesi listafólk; Randi Samsonsen, Trónd Patursson og Jónu Rasmussen.

HOYR PODDVARPIÐ HER.