Poddvarp: Íblásturin sum føroysk listafólk fáa úr havinum

Í Føroyum er brúsandi havið altíð hjástatt, og tað er ein týdningarmikil kelda til íblástur. Í eini nýggjari poddvarpsrøð ”Havsins listafólk”, hoyra vit listafólk greiða frá hesum. Fyrst í røðini er Randi Samsonsen

Sigurjón Einarsson
13. januar 2021 kl. 19:00

Fyrsti partur í nýggju røðini er um listaverkið ‘’Plastic Dialogue’’ eftir listakvinnuna Randi Samsonsen. Tá hon var stødd í Norðurnoregi, gjørdist hon bilsin av øllum ruskinum og plastinum, sum skolaði inn á land. Við at savna inn millum annað plasthandskar vísir Randi Samsonsen okkum á menniskjans nýtslumentan: Vit hava evnað plasttilfar, sum tekur ótrúliga nógv ár hjá náttúruni at niðurbróta.

Tveir teir næstu partarnir koma út í næstu viku. Har fert tú at kunna hoyra um ævintýraferðina hjá Tróndi Patursson á einum bambusflaka, ið gav íblástur til glasinstallatiónina ”Bládýpið”, og um hvussu Jóna Rasmussen hevur fingið íblástur frá arbeiðinum hjá manni sínum, ið er sjómaður.  

Hetta er fyrstu ferð, at Listasavnið útgevur eitt poddvarp. Poddvarpið er gjørt sum eitt ískoyti til serframsýningina ”Havið”, ið kann upplivast til 5. apríl 2021. Mann kann lurta eftir poddvarpinum áðrenn ella aftaná vitjanina, men til ber eisini at lurta óheft av eini vitjan.

Hoppa við umborð og lurta eftir fantastiskum frásøgum frá føroyskum listafólki.  

Journalistur og lagt til rættis: Rikke Mia Skovdal frá Listasavni Føroya

Húsi: Kirstin Helgadóttir  

Stuðul: Dansk-Færøsk Kulturfond (poddvarpið er á donskum)

Poddvarpsrøðin ”Havsins listafólk”, sum Listasavn Føroya stendur fyri, hevur samrøður við hesi listafólk; Randi Samsonsen, Trónd Patursson og Jónu Rasmussen.

HOYR PODDVARPIÐ HER.