Farna sunnudag vóru seinastu dystirnir í hesum kappingarárinum í Premier League leiktir. Chelsea hevði ikki havt eitt gott kappingarár, men við einum sterkum endaspurti tryggjaði liðið sær 6. plássið, sum gevur atgongd til Europa League komandi kappingarár.
Chelsea hevði undan kappingarbyrjan gjørt sera nógvar broytingar í hópinum, og fyrrverandi venjarin hjá arvafíggindanum Tottenham, Mauricio Pochettino, var maðurin, sum skuldi byggja nýggja liðið upp.
Ætlanin gekk tó ikki eftir vild, tí Chelsea avrikini vóru alt annað enn sannførandi, serliga í fyrru hálvu av kappingarárinum. Eftir ársskiftið var tó ein lítil framgongd at hóma, og liðið endaði kappingarárið væl, við at vinna fimm teir seinastu dystirnar, og tryggja sær evropeiska luttøku.
Tí var tað ein lítil bumba, sum í gjár varð slept, tá Chelsea kunngjørdi, at Mauricio Pochettino eftir einans eitt kappingarár, ikki heldur fram sum venjari í felagnum. Felagið boðaði eisini frá, at leitað verður í løtuni eftir nýggjum venjara.
52-ára gamli Pochettino hevur áður verið venjari hjá Espanyol, Southampton, Tottenham og PSG.