Dysturin í gjárkvøldið var ein framúrskarandi endi á einum sonnum hondbóltsævintýri. Hetta var seinasti dysturin í HM-undankappingini, og sigurin var við til, at Føroyar endaðu ovast í bólkinum. Hóast veddingarfyritøkurnar undan dystinum mettu, at Føroyar var favorittur, so var stór óvissa um, hvat úrslitið mundi fara at vera. Hetta tí, at Lettland undan HM-undankappingini, var favorittur at vinna bólkin, men undan dystinum lá Lettland aftast í bólkinum. Tað er einans tvey ár síðan, at Lettland var við í EM-endaspælinum.
Liðini vóru jøvn í byrjanini av dystinum, men sum fyrri hálvleikur fráleið, so fingu Føroyar eitt gott tak á dystin og vóru frammanfyri allatíð. Hálvleiksstøðan var 17-10. Undan dystinum var nógv prát um Dainis Krištopāns, ið er stjørnan hjá Lettlandi, men eisini hann høvdu føroyingarnir tamarhald á. Hóast Lettland legði væl frá landi í seinna hálvleiki, so megnaðu Føroyar at vinna ein sannførandi sigur. Dysturin endaði 26-19 til Føroyar.
Við einum skerdum liðið, og einum vónbrotið í fyrsta umfarinum ímóti Luksemborg, so vóru tað fá, ið væntaðu, at Føroyar skuldi vinna bólkin. Uppreisnin ímóti Italia og stórsigurin ímóti Lettlandi, vístu eitt føroyskt landslið, ið spælir á einum ómetaligum høgum støði.
Hóast sigurin í gjár, ikki var líka dramatiskur sum dysturin ímóti Italia, so var hann av eins stórum týdningi. Tí einans tvey tey ovastu liðini í bólkinum sleppa víðari í HM-undankappingini. Føroyar vann bólkin og sleppa tískil víðari. Italia gjørdist nummar tvey, og er hitt liðið, sum sleppur víðari.
Liðini, sum eru víðari, skulu spæla ‘playoff’ dystir í mars. ‘playoff’ dystur merkir í hesum føri, at Føroyar skulu spæla ein heimadyst og útidyst, ímóti eini aðrari hondbóltstjóð, har vinnarin av samanlagda úrslitinum í dystunum kemur víðari til næsta umfari. Enn er óvist, hvørji lið skulu møtast í mars. Hetta verður avgjørt við lutakasti. Tað liðið, ið vinnur ‘playoff’ dystin í mars sleppur síðan víðari til endaliga ‘playoff’ dystin. Liðið, ið vinnur endaliga ‘playoff’ dystin tryggjar sær luttøku til HM, sum verður um eitt ár í Póllandi og Svøríki.