Síðani 1. januar hava handlar í Íslandi ikki havt loyvt til at hava plastikposar í teirra handlum. Tað skrivar mbl.is.
Hetta er galdandi fyri teir siðbundnu posarnar, eins og teir tunnu posarnir, ið ofta verða nýttir til frukt og grønmeti.
Kortini kunnu rullur við plastikposum enn verða seldir í handlum.
Tað ber enn til at hava aðrar posar, ið ikki eru úr plastikki, at bjóða sínum viðskiftafólki, men her verður eitt eyka gjald lagt á, sum skal eggja fólki til heldur at endurnýta posar ella brúkar aðrar posar, ið eru vistfrøðiligir.
Í einari fráboðan á heimasíðuni hjá íslendsku stjórnini verður greitt frá, at banni av plastikposum samsvarar við leiðbeiningina hjá ES, ið strembar eftir at minka um brúki av plastikposum. Hetta bannið er eisini á listanum av málum, ið íslendski umhvørvismálaráðharrin, Guðmundur Ingi Guðbrandsson, setti á skrá afturi í 2018, hvussu avbjóðingar við plastikruski skulu loysast.
Hetta bannið er eitt av mongum átøkum, sum íslendska stjórnin hevur sett sær fyri at økja alsamt meira við endurnýtslu og forða fyri dálking av høvunum, ið stendst av plasti.