Tyggigummi skulu helst geva okkum ein góðan smakk í munnin, men nú fara fleiri óiva at fáa ringan smakk í munnin næstuferð, tey seta tenninar í eitt tyggigummi.
Sambært danska felagsskapinum Plastic Change er plastik ikki nakað, sum framleiðarar av tyggigummi rópa hart um. Tá tú hyggur at pakkanum, so verður plastið lýst sum gummibasa, men í flestu førum merkir gummibasa, at talan er um plastik.
Tað er gummibasan ella plastikki sum hevur skyldina í, at vit kunnu blíva við at tyggja okkara vælsignaða tyggigummi.
Hyggja vit eitt sindur nærri at tilfarinum í gummibasuni, so er hon gjørd av plastik, ráðolju og øðrum kemiskum evnum. Vanliga er gummibasan umleið 25-30% av okkara tyggigummi. Plastið sum vanliga er at finna í tyggigummi er sama plastið, sum mann brúkar til plastikposar og plastikfløskur.
Tað er ikki ein beinleiðis sexuttur tanki, tá tað gongur upp fyri einum, at mann hevur gingið runt og tugt upp á plastik, tá mann hevur billað sær inn, at tað var okkurt heilt annað. Uttan at vita tað, so er náttúran ivaleyst samd í, at tyggigummi ikki eru serliga sexutt. Sambært Hold Danmark Rent, so er tyggigummi ein rættiliga stórur partur av ruskinum í Danmark, men tað er ikki neyðugt at fara til Danmarkar. Tað er bara at fara út ein túr og hyggja á vegin, so sært tú skjótt eitt niðurtraðka tyggigummi.
Áðrenn vit mála eina fullkomna dómadagsmynd av tí ónda tyggigumminum, so er alt ikki bara neyð og elendigheit. Har er eitt ljós í endanum á tyggigummipakkanum. Ljósið í myrkrinum kallast millum annað True Gum, sum er tyggigummi uttan plastik. Tað eru tríggir danir, sum standa aftanfyri grøna alternativið.
- Vit byrjaðu True Gum, tí vit blivu kløkk, tá vit funnu útav, at vit høvdu tugt upp á plastik í 25 ár av okkara lívi. Vit føldu okkum snýtt av tyggigummi framleiðarunum, og síðani tá hava vit framleitt eitt grønt alternativ, sigur Morten Ebdrup, CEO í Truegrum.
Heldur enn at brúka plastik, so brúka tey harpiks frá einum gummitræi í Suðuramerika.