Plastfløskur umskapast til skúlataskur í Peru

Í Peru endurnýta tey plastfløskur at gera skúlataskur burturúr. Skúlataskurnar hava eina flisponcho úr plasti fastspenta á rygginum, sum børnini kunnu lata seg í, um tey gerast køld

Lív Reynheim og Thomas Gringer Jacobsen
9. november 2018 kl. 08:25

Í Peru endurnýta tey plastfløskur at gera skúlataskur burturúr. Skúlataskurnar hava eina flisponcho úr plasti fastspenta á rygginum, sum børnini kunnu lata seg í, um tey gerast køld

(Heimsins bestu tíðindi) Fyri tveimum árum síðani settu nøkur ung fólk í Peru sær fyri at gera okkurt við mongu plastfløskurnar, ið lógu og sløddust í høvuðstaðnum Lima. Tey komu fram á eitt nýtt hugskot, ið kundi loysa tveir sera ymiskir trupulleikar samstundis.

Fyrri trupulleikin er, at umleið 18.000 kilo av plastikki verða burturbeind í Peru hvønn dag, ímeðan lítið og einki av tí verður endurnýtt. Annar trupulleikin er, at nógv børn gevast í skúlanum orsakað av hættisliga veðurlagnum í Andesfjøllunum.

Mannagongdin er soleiðis, at tey savna inn nýttar plastfløskur, smelta tær uppaftur og endurnýta tær at framleiða skúlataskur til børn. Taskurnar hava eitt innbygt heitt regnslag úr plastflisi afturat sær, sum heldur børnini heit, meðan tey bera skúlabøkurnar. Eyðkendu bláu taskurnar hava fingið heitið ponchilas og eru vorðnar navnframar kring alt landið.

Umleið 80 fløskur fara til at framleiða eina ponchila. Higartil eru fleiri enn ein millión plastfløskur innsavnaðar til endamálið, og í fjør vóru 6.000 skúlataskur framleiddar úr fløskunum. Í ár eru fleiri enn 7.000 taskur framleiddar afturat og lutaðar børnum í eitt nú býunum Puno, Arequipa og Cusco.


Ein dropi í havinum, sum elvir til ringar í vatninum

Hóast ein millión plastfløskur kann tykjast sum nógv, minkar talið ikki sjónliga um plastdálkingina. Sambært umhvørvisfelagsskapinum UN Environment, samsvara ein millión plastfløskur við plastnýtsluna runt um í heimum hvønn einasta minutt.

Men verkætlanin snýr seg um meira enn plastfløskur og børnini í landsbygdunum í Peru. Hon snýr seg um eina hugburðsbroyting millum íbúgvar í Peru, sum nú alsamt gerast meiri greið um skuggasíðurnar av plastnýtslu. Plast hevur nógvar hentar eginleikar, men hvørja ferð eitt land gerst meiri tilvitað um hættisligu fylgjurnar av plastnýtslu, er tað ein sigur hjá náttúruni.

Sambært Miguel Narváez, ið er leiðari á sølumiðstøðunum Cencosud í Peru, tók ein avgerandi hugburðsbroyting dik á seg, eftir at fjølmiðlarnir vístu verkætlanini áhuga. Cencosud er ein av mongu fyritøkunum, ið handa verkætlanini burturbeint plast. Narváez sigur frá, at átakið hevur spælt ein týdningarmiklan leiklut í át fáa bæði almeningin og fyritøkur meiri tilvitaði um, at ein hvør kunnu gera sítt fyri at dálka minni: “Øll tosa um verkætlanina og henni fyri at takka, byrjaðu næstan 40 prosent av kundunum at endurnýta plastikposar og at venda aftur við plastfløskunum til okkara. Fyri okkum er hetta ein sjónlig broyting.”

Stjórnin í Peru hevur eisini víst átakinum áhuga. Hon er millum annað komin við einum nýggjum lógaruppskoti, sum er ætlað at gera plastnýtslu meiri burðardygga og gera tað lættari hjá fólki at endurnýta.

Í ár var Peru fyri fyrstu ferð nakrantíð vertur fyri Heimsins Umhvørvisdegi hjá ST, sum setti plastdálking ovast á dagsskránna. Millum annað við tiltakinum Clean Seas, sum arbeiðir fyri at fremja verkætlanir ímóti plastdálking, sum rakar høvini.