Pingel droymir um AGF

Sebastian Pingel droymir um at ganga í sínum faðirs fótasporum og spæla fyri AGF.

Ragnar Sjúrðarson
3. juli 2024 kl. 14:00

Fyrrverandi B36 og HB spælarin, Sebastian Pingel, hevur havt eitt gott kappingarár hjá Hillerød. Liðfelagin hjá Adrian Justinussen og Daniel Johansen bleiv topskjútti í NordicBet deildini.

Týsdagin spældi Hillerød venjingardyst ímóti F.C. København. Dysturin endaði 1-0 til Hillerød, og Sebastian Pingel skoraði sigursmálið, ímóti bronsuvinnarunum í Superliguni.

Sebastian Pingel er 31 ára gamal, so skal tað ganga skjótt fyri seg, um hann skal náa at útinna ein av sínum dreingjadreymum, um at spæla í landsins bestu deild.

-    Tað er ongin loyna, at tað altíð hevur verið ein dreingjadreymur at spæla í Superliguni. So tað er nakað, eg miði eftir, sigur Sebastian Pingel við danska miðilin Campo.dk.

Er tað nakar, ið ringir og skrivar fyri at fáa teg á vitjan?

-    Ja, tað er tað nokk onkur, ið ger, sigur hann við einum smíli og heldur fram:

-    Møguleikarnir eru har. Eg bleiv jú topskjútti í 1. Deild í fjør, so tað hevði verið fyrstu ferð at tey (feløgini í Superliguni) ikki fara eftir topskjúttanum í 1. Deild. Men nú fáa vit at síggja – eg havi tað eisini gott, har eg eri, sigur Sebastian Pingel við Campo.dk

Har er eitt felag í Superliguni, ið liggur fremst í huganum, hjá málmaskinuni hjá Hillerød. Talan er um AGF, har pápi hansara, Frank Pingel, kom til í 1987 og síðan vísti seg at vera ein sterkur málskjútti.

-    Risa dreymur. Tað sigur seg sjálvt. Eg eri Aarhus-drongur og havi runnið runt har inni sum bóltdrongur. Pápi mín hevur eisini spælt í Aarhus, so tað er heilt sikkurt ein stórur dreymur, sigur Sebastian Pingel, ið hevur sáttmála við Hillerød til summarið 2026.

Hillerød vísur aftur, at AGF skal hava víst áhuga fyri 31-ára gamla áleyparanum.

Sebastian Pingel var í Føroyum árini 2016 til 2021. Hann spældi í 2016 fyri B36, árini 2017 til 2020 í HB og so aftur við B36 frá 2020 til 2021. Hann skeyt 42 mál í 110 dystum í Betri deildini.