Pínuna í rygginum, sum seinastu vikuna hevur argað, kendi eg ikki nakað til undir róðrinum. Heldur var tað óvissan um, hvussu hetta fór at spæla av, sum argaði.
Tað segði Sverri S. Nielsen í samrøðu við TV2, tá ið hann var komin upp á turt, eftir at hann hevði kappast og vunnið, og eftir at hann í eina løtu hevði róð av, sum tað verður nevnt.
Fram ímóti málinum var leiðslan meiri enn trý sekund, og Sverri fegnast um trivaliga sigurin:
-Hóast eg var væl frammanfyri, so royndi eg at spurta. Tað var bæði fyri at kenna, hvussu tað stendur til við rygginum og eisini fyri at venja hart, nú eg ikki havi vant so nógv teir seinastu dagarnar, segði Sverri S. Nielsen í samrøðu við TV2.
Føroyski røðarin dugir einki at siga um, hvussu vánirnar eru undan fjórðingsfinaluni, sum verður týsdagin. Hann hevur ikki enn kannað tíðirnar hjá teimum, sum hann tá fer at kappast ímóti.