Pilou Asbæk hevur kunngjørt á Instagram, at hann verður við í føroyska spælifilminum, No Rest for the Wicked, ið verður tikin upp í hesum døgum.
Eisini hevur heimasíðan Soundvenue.com skrivað um leiklutin hjá 42 ára gamla dananum.
Talan er um ein ræðufilm, sum gongur fyri seg í einari lítlari føroyskari bygd í 1800 talinum, segði Jón hammer, sum er framleiðari, við Dag og Viku í gjárskvøldið.
Jón Hammer setti í Degi og viku navn á fleiri av føroysku leikarunum, ið eru við. Eitt nú Jegor Venned, Sofía Nolsøe Mikkelsen, Kjartan Hansen og Búa Egason Dam. Afturat teimum varð ein danskur høvuðsleikari nevndur, men hann skuldi fyrst kunngerast í næstu viku, segði Jón Hammer.
Spurningurin er um Pilou Asbøk hevur yvirhálað Jón Hammer, men danski stórleikarin hevur í dag kunngjørt á Instagram, at hann er við í føroyska ræðufilminum, sum eftir ætlan skal frumsýnast á sumri 2025.
Pilou Asbæk telist í millum teir allar størstu sjónleikarnir í Danmark. Hann hevur millum annað havt stórar leiklutir í væl umtóktu sendirøðunum Game of Thrones og Borgen. Eisini hevur hann spælt við í filmunum The Investigation, A War, April 9th, Overlord, Når Befrielsen Kommer og fleiri øðrum.
Nú verður hann so at síggja sum danski hvalaveiðumaðurin Helge, sum í 1872 bjargar einum føroyingi frá at drukna, skrivar Soundvenue.
Ein leikari, sum Jón Hammer heldur ikki nevndi í gjár, er tónlekarin Brimheim, sum sambært Soundvenue hevur sín fyrsta filmsleiklut í No Rest for the Wicked.