Pikkfall og hundsvottur

Ummæli av bókini Sluppin hjá Suna Joensen

Jóan Pauli Joensen
11. desember 2021 kl. 09:00

Í 1970 var eg so heppin at koma at starvast sum skrivari í eini nevnd, sum var nevnd Tjóðlívsnevndin, og sum hevði fingið til uppgávu at taka sær av innsavning og gransking av føroyskum fólkalívi.

Ein tann fyrsta verkætlan í hesum sambandi var Sluppminnisinnsavningin, sum av álvara fór í gongd í 1971. Næstan beinanvegin kom eg í samband við Suna Joensen, sum longu tá kundi vísa mær tekningar, sum hann hevði gjørt av tí mesta, sum hevði við sluppirnar at gera. Hann hevði tekna tað, sum hann hevði fingið at vita frá pápa sínum Niclas Joensen, sum var føddur í Dali í 1900. Suni Joensen var so beinasamur at læna mær handrit og tekningar, sum vóru mær til stóra nyttu, tá eg skuldi lýsa rigningin umborð á sluppunum í bókini “Færøske sluppfiskere”, sum kom út í 1975 (sí nota 17 á bls. 61).

Suni Joensen hevur tískil leingi ligið oman á hesum frálíka tilfari, sum Sprotin nú loksins hevur givið út, og tað er veruliga at fegnast um, at tað er hent. Í roynd og veru er, mær vitandi, einki annað skrivað um hetta evnið so nágreiniliga, sum longu tá var at finna í handritinum hjá Suna Joensen.

Kanska siga orð sum stingunebb, pikkfall, klófall, bummdirkur, rumpubensil, mesanskeyti, loybummur, klyvari, svanhálsur, kloda, kós,skivugat, jackstak, naglabonkur, salingareygað, kuffilnagli, esilhøvd, skildpadda, róðurstamma, replissa, vevlingar og jomfrú við trimum holum, fyri at taka nøkur orð burtur úr rúgvuni, ið ikki so nógv teimum, sum nú liva. Tað hevur kortini, mugu vit minnast til, verið ein tíð, tá teir, sum vóru við sluppunum, dagliga brúktu øll hesi orðini. Tað var neyðugt at duga tey, fyri at kunna samskifta um tað arbeiði, sum skuldi gerast, og skilja tey boð, sum skipari ella bestimaður góvu.

Alt hetta farna universið og tey orðini, sum vóru søgd umborð á skipi, tá siglast skuldi, tað er nú alt at finna í bókini Sluppin, sum Suni Joensen hevur givið út á forlagnum Sprotanum. Tað er alt vorðið gjørt ítøkilig í teksti og í nágreiniligum tekningum, sum Suni Joensen sjálvur hevur gjørt upprunatekningarnar til. Hvør smálutur umborð verður nágreiniliga lýstur. Her hevur Suni Joensen gjørt eitt fyrimyndarligt arbeiði, sum hann skal eiga stóra tøkk fyri. Tekningarnar eru sjálvandi grafiskt umgjørdar fyri at kunna prentast og standa væl í bókini. Tað er er eisini eydnast væl.

Tey skip, sum vit her í Føroyum nevndu sluppir, vóru ikki skip, sum onnur vanliga nevna “sloop” ella slup tí hesi skip hava bert eina mastur. Tó var skipið “Fox”, sum trappubrøðurnir keyptu, ein “sloop” ella slupp, og hon hevði bert ta einu mastrina.

Tað, sum vit fóru at nevna sluppir, vóru skip, sum bretar nevndu “smacks”, ið høvdu ketch-rigning, har tann fremra masturin var størri enn tann aftara, sum var mesanmasturin. Hesar “smacks” vóru eisini brúktar sum segltrolarar, mest kendir sum”Brixham-trawlers”. Nógv av hesum umrøður Suni Joensen eisini í fyrsta parti av bókini.

2. partur av bókini er um sjálvt arbeiðið við at sigla skipið og um arbeiðið við sjálvum seglunum og allari teirri leysu og føstu útgerð, sum hekk uppi við teimum. Hesum øllum verður greitt frá í bókaverkinum, tað frá einum enda í annan. Suni Joensen skrivar millum annað soleiðis um at seta skeyta í:

”Til eitt stórskeyti var roknað 17-18 favnar av manillatogi. Undir bumminum var 3.dupultur blokkur. Á aftaru síðu á stórskeytisklampanum sat ein leiðikloda…Ì stórskeytisklampan var settur dupultur blokkur við hundsvotti. Bummurin hekk í bummdirkinum nakað í hædd, sum roknast kundi við, at hann fór at vera, tá ið siglt var.

Kveylurin, sum skuldi av til skeytið, liggur á dekkinum bakborðsmegin. Vit taka endan, skera hann fyrst gjøgnum leiðikloduna, so upp í blokkin, undir bumminum hongur, fara fram, sum fyrr nevnt um at skera talju, og at enda verður endin á skeytinum spleysaður í hundsvottin á niðara blokkinum.”

Kanska er hetta ikki so lætt at skilja í fyrstu atløgu, men saman við tekningunum í bókini fæst væl skil á hesum eins og á øllum øðrum, sum verður lýst.

Byrjað verður at lýsa stórseglið og arbeiðið við stórseglinum, síðani við mesanini, forseglunum sum klyvara og fokku og heilt upp til toppseglið. Alt verður lýst væl og virðiliga bæði í orðum og myndum.

3. partur eru tekningar, har hvør einstakur lutur og smálutur er dokumenteraður við øllum nøvnunum. Hetta er mestsum miðleingjan í verkinum. Sum eitt ískoyti aftast eru tekningar av pilka- ella húkaformi, loddi og teini og tekning, sum lýsir, hvussu snørið varð hespað í eitt 8-tal. Tað er væl hugsað, eisini at fáa hetta við.

Aftast í bókini er eisini eitt navnayvirlit, sum ger tað lætt at finna tað, sum leitað verður eftir. Nakrar vatnlitsmyndir frá sluppumhvørvinum, sum Archibald Black hevur teknað eru eisini í bókini fyri at seta dám á.

Bókin Sluppin hjá Suna Joensen er ein sera vøkur og væl úr hondum greidd bók, og eingin ivi eigur at vera um, at øll tey, sum hava áhuga fyri sigling og seglum, fara at fáa stóra gleði av henni.

Við sluppunum Johanna og Westward Ho hava vit eisini verið so heppin, at vit hava varðveitt part av hesum okkara mentanararvi í verki, ikki bert við skipunum sjálvum, men eisini við tí kunnleika sum teir, sum vara sluppunum og javnt og savnt lata næsta ættarliði, tað er at vóna at yngri menn taka við, har teir eldru sleppa. Sluppirnar báðar hava ketch-ringing. Her víkir skonnartin Norðlýsið, sum eisini er varðveitt, frá, tí her er tað mesanmasturin, sum er tann hægsta umborð.

Bert eitt lítið hjartasuff at enda, og tað er til Sprotan. Hví er bókmentayvirlitið aftast í bókini so ófullkomið. Tað átti at verið sett upp við útgávustaði og útgávuári, sum bókasøvnini vilja hava tað. Bókmentanlistin er ein hurð til meira vitan hjá teimum, sum vilja hava meiri at vita, og tí ræður um at hjálpa teimum at finna bókmentirnar skjótt. Hetta eigur forlagið altíð at hugsa um, um høvundurin skuldi gloymt tað.

Fyri føroyska siðsøgu er bókin hjá Suna Joensen ein stórur vinningur, tí við henni fáa vit ein part av okkara materiellu mentan frá seinast í 19. øld og fyrru helvt av 20. øld lýsta væl og virðiliga. Tað mann vera í seinastu løtu at tað er gjørt, tí nú er tíðin ein heilt onnur og tað er so nógv annað sum upptekur fólk, nú sjálvt róðrið á nýggjum skipum er vorðið ein lítil pinnur ella eitt joy-stick.

Suni Joensen er ein av okkara mongu fólksligu granskarum, ið av egnum áhuga taka upp evni úr okkara farnu søguligu mentan, har tann nágreiniliga etnografiska minnislýsingin hevur alt at siga, tí hon er eitt sera týdningamikið tilfar hjá øðrum fólkalívsgranskarum. Tað hevði verið sera fátæksligt um tað ikki var til.

Tað sæst á kolofonsíðuni, at føroyska vinnan hevur veitt verkinum hjá Suna Joensen stuðul. Stuðul frá frá vinnuni og øðrum kann næstan ikki fara betur enn til slík verk, sum vaksa um land okkara og sum ger at tað verður størri, ikki bert aftur í tíðina, men eisini í huganum hjá øllum, sum hava hug at lesa. Dokumentasjón gevur eisini søgulig rættindi, sum so ofta verður tosað um. Tað grør veruliga um gangandi fót, tá tað kemur til bøkur í hesum okkara landi og her eigur forlagið Sprotin sín góða lut.