Kirkerup-málið snýr seg m.a. um, at tann dømdi skal hava dripið Emilie Meng, sum gjørdist bert 17 ára gomul. Júst tað málið var nógv umrøtt fyri 8 árum síðani, tá Meng 10 juli í 2016 hvarv frá Korsør jarnbreytarstøðini á Sælandi og mikil leiting var eftir henni. Meng varð síðani funnin deyð hálvt ár seinni í eini tjørn nærindis Roskilde.
Tað var í fjør 16 apríl, at tann ákærdi varð handtikin í heimi sínum í Korsør, eftir at ein 13 ára gomul genta hevði verið burtur í nærum eitt samdøgur og síðani funnin á lívi.
Í rættinum í Næstved í gjár varð staðfest, at tann ákærdi er sekur í fleiri viðurskiftum viðv. eitt nú drápi, drápsroynd, frælsistøku yvir longri tíð og neyðtøku. Hetta geldur ávikavist drápið á Emilie Meng og frælsistøku og neyðtøku av tveimum øðrum gentum.
Philip Westh er dømdur at sita lívslangt fongsul.