Pfizer-koppingarevni til børn skjótt klárt – aftur gongur Ísrael undan

Eitt koppingarevni til børn frá Pfizer er við at vera klárt. Ísrael hevur longu gjørt keypsavtalu og roknar við, at byrja og koppseta børn í summar

Sigurjón Einarsson
15. mars 2021 kl. 11:26

Sambært granskarum er tað ikki heilt greitt enn, hvussu børn, ið bera koronusmittuna, smitta onnur. Børn eru ikki blivin testaði av nýggju koppingarevnunum, og tí varð í fyrstu syftu mælt frá, at børn og ung vórðu koppsett. Men nú er eitt koppingarevni til børn frá Pfizer við at vera klárt. Tað skrivar millum annað danska TV 2.

Fyrisitingarstjórin í Pfizer, Albert Bourla, sigur í samrøðu við ísraelsku rásina Channel 12, at koppingarevnið, ið er málrættað børnum í aldrinum 12 til 16 ár, verður væntandi klárt um “nakrar vikur”.

Hesi tíðindi passa væl til koppingarætlanina hjá Ísrael. Her er ætlanin, at børn, sum eru 12 ár og eldri, skulu koppsetast í mai-juni mánaða í ár. Tað sigur Chezy Ley frá ísraelsku heilsumálaráðnum við ísraelsku rásina. Pfizer roknar við, at tær klinisku kanningarnar verða lidnar seint í vár, og úr ísraelska heilsumálaráðnum verður sagt, at tey fara at byrja at brúka koppingarevni so skjótt sum Pfizer hevur góðkent úrslitini frá kanningunum.

Verður Ísrael millum tey fyrstu at fara í holt við hesa koppingarætlan, so er tað ikki fyrstu ferð, at so er. Ísrael hevur undir koronafarsóttini havt eina sera virkna koppingarætlan, ið stava frá persónligu samráðingunum, sum forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur havt við hægstu stjórarnar hjá bæði Pfizer og Moderna.

Ein samfelagsbólkur enn yvirumboðaður í smittutølunum

Hóast Ísrael er undangonguland, tá tað kemur til at koppseta sínar borgarar, so er tað ein samfelagsbólkur í landinum, ið enn er yvirumboðaður í smittutølunum. Teir ultraortodoksir jødarnar í landinum eru støðugt yvirumboðaði í smittuhagtølunum. Teirra lívsstílur verður sæð sum ein hóttan móti at niðurberja koronafarsóttini, men tey hava vald.

Meðan flestu fólk í Ísrael hava hildið tilmælini, so hava teir flestu ultraortodoksu jødarnir ikki hildið tilmælini, og hetta hevur verið at sæð aftur í smittuhagtølunum.

Tá tað stóð ringast til í september í fjør, so stóðu teir ultraortodoksu jødarnir fyri 80 prosent av øllum nýggjum smittutilburðum. Tá vit nærkaðust ársenda í fjør, lá talið á umleið 30-40 prosent. Nú er ein út av fýra nýggjum smittaðum í Ísrael ultraortodoksur jødi. Av samlaða fólkatalinum í Ísrael, so eru 12 prosent ultraortodoksir jødar.

Ísraeldi journalisturin David E. Rosenberg vísir í grein í Foreign Policy á, at hesin samfelagsbólkur er millum tey fátæku í landinum. Sambært honum, eru ultraortodoksir jødar heldur ikki eins væl útbúnir sum restina av fólkunum í Ísrael, og so liva tey eftir einari ideologi, ið sær nútíðarsamfelagið sum eina hóttan.

Ísraelski journalisturin heldur, at tá hesin samfelagsbólkur heldur brúkar tíð uppá religiøsar skriftir enn á vísindi, so eru tey lættari at ávirka av villleiðandi upplýsingum. Tað hjálpir heldur ikki, at tey halda seg frá at lesa ella hoyra tíðindi, men ístaðin fáa teirra upplýsingar frá teirra andaligu leiðarum.

Hava vald

Hóast teir ultraortodoksu jødarnir bert eru 12 prosent av samlaða fólkatalinum í Ísrael, so hava tey vald. Og tað gav at bíta, tá landsins hægstu myndugleikar seinasta heyst boðaðu frá, at teir fóru at lata býarpartar aftur, ið vóru harðast rakt av koronasmittuni – harav teir flestu av hesum býarpørtum vóru heimstað hjá ultraortoksum jødum.

Men við eini hóttan um, at teir ultraortodoksu flokkarnir í ísraelska tinginum, Knesset, fóru at taka sín stuðul aftur til forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, vórðu hesar ætlanir, sambært The Times of Israel, lagdar til viks. Ístaðin var útgongubann um náttina sett í verk, sum samstundis fevndi um fleiri býir.

Fríggjadagin høvdu 55,1 prosent av fólkunum í Ísrael fingið fyrra prikið og 44,3 prosent fingið seinna prikið.

Umleið 700 ísraelsk børn undir 16 ár eru longu blivin koppsett vegna serligar umstøður. Tað skrivar Times of Israel.

817.799 fólk í Ísrael hava verið smittaði við koronu – harav eru 5.988 fólk deyð við koronu.