Nú er fyrsta stóra kanningin gjørd av Pzifer/BioNTech koppsetingini. 1,2 milliónir ísraelar, sum hava fingið koppsetingina móti korona, vóru við í kanningini.
Úrslitið vísir, at tvær koppsetingar av koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech førir til 94 prosent verju hjá øllum aldursbólkum.
Tó verður gjørt vart við, at hendan kanningin ikki sigur nakað um hvussu væl koppsetingin virkar móti suðurafrikanska variantinum av koronusjúkuni. Men boðað verður frá at Pfizer/BioNTech og aðrar heilivágsfyritøkur arbeiða við at gera nýggjar og broyta verandi koppsetingar, so at hesar verja móti variantum.
Pfizer boðar eisini frá, at tey fara at bjóða teimum, sum vóru millum tey fyrstu at fáa tveir skamtar av koppsetingini, ein skamt afturat, fyri at vita um andevnini tey hava framleitt er nokk til at berja niður nýggju variantarnar.