Petur Steingrund og Jan Arge Jacobsen eru givnir um deildarleiðarar

Eftir umskipan á Havstovuni er Eydna í Homrum deildarleiðari og Helga Bára Mohr Vang varadeildarleiðari

Eydna í Homrum er nýggjur deildarleiðari á Havstovuni. Myndir: hav.fo
hav.fo
1. februar 2024 kl. 16:54

Tann 1. februar 2024 tekur Eydna í Homrum við sum deildarleiðari á nýskipaðu Tilfeingisdeildini á Havstovuni.

Eydna í Homrum er 49 ár, útbúgvin havlívfrøðingur frá lærda háskúlanum í Gøteborg í Svøríki. Í 2012 vardi Eydna doktararitgerð á Fróðskaparsetrinum um føroyska upsan, men hevur síðani fyrst og fremst starvast við sild. Eydna, sum hevur starvast á Havstovuni síðan 2007, tekur við eftir Jan Arge Jacobsen og Petur Steingrund, sum seinastu mongu árini hava verið deildarleiðarar á ávikavist Uppsjóvardeild og Botnfiskadeild. Hesar deildirnar eru nú umskipaðar til eina Tilfeingisdeild. Jan og Petur halda báðir fram sum fiskifrøðingar á Havstovuni.

Nú deildirnar eru samanlagdar, takkar Havstovan báðum fyri drúgva tænastu sum deildarleiðarar. 

Vit ynskja Eydnu blíðan byr við nýggja starvinum. 

Tann 1. februar 2024 tekur Helga Bára Mohr Vang við sum varaleiðari á nýskipaðu Tilfeinigsdeildini á Havstovuni.

Helga Bára er 38 ár, útbúgvin lívfrøðingur frá Fróðskaparsetri Føroya í 2009 og kandidat, við sergrein í umsiting og stovnsmeting, frá Aarhus Universitet í 2014. Helga Bára hevur starvast á Havstovuni síðan 2014. Í starvinum á Havstovuni hevur Helga Bára arbeitt eitt tíðarskeið á fyrrverandi Uppsjóvardeildini, men nú í fleiri ár á fyrrverandi Botnfiskadeildini, serliga við stovnsmetingum av botnfiski. 

Starvið sum varaleiðari á Tilfeingisdeildini er nýtt starv á Havstovuni.

Starvið sum varaleiðari á Tilfeingisdeildini er nýtt starv á Havstovuni. Vit ynskja Helgu Báru blíðan byr við starvinum, skrivar Havstovan í dag.

Helga Bára Mohr Vang er nýggjur varadeildarleiðari