Tað er ikki nógv, ið vit hava hoyrt til Petur Knudsen seinastu tíðina, men eru líkindi fyri, at vit fara at síggja hann aftur á vølli um ikki so langa tíð.
Petur Knudsen hevur verið darvaður av einum skaða í lærkrikinum, og er nú blivin skurðviðgjørdur fyri hendan skaðan.
Nú stendur endurvenjing á skránni komandi tíðina, og sambært heimasíðuni hjá Lyngby, so slapp Petur at súkkla eitt sindur ólavsøkuaftan, so hann kundi fáa pulsin eitt sindur upp.
– Tað er deiligt, at koma í gongd aftur. Eg vildi helst verið á vøllinum saman við hinum, men eg skal økja venjingina so líðandi, greiðir álopsleikarin frá fyri heimasíðuni hjá Lyngby.
Næstu tíðina verður tað bert á súkkluni, men um nakrar fáar vikur sleppur Petur aftur út á vøllin.
– Eg gleði meg ordiliga nógv at skifta súkkluna út við fótbóltsskógvarnar, sigur hann við heimasíðuna hjá Lyngby Boldklub.
Tað var í fjør summar, at evnaríki runavíkingurin valdi at royna flogið uttanlands, tá tað varð kunngjørt, at hann hevði gjørt ein tvey ára sáttmála við Lyngby, sum tá júst var flutt niður úr bestu donsku deildini. Steðgurin gjørdist stuttur í næstbestu deildini, tí Lyngby vann seg uppaftur í bestu deildina í fyrstu royndini.
Petur Knudsen hevur leikt 26 dystir fyri Lyngby, har tað higartil er blivið til átta mál og tvey upplegg.
Áðrenn Petur flutti til Danmarkar, leikti hann 138 dystir í bestu føroysku deildini og skoraði 53 ferðir fyri NSÍ. Hann leikti sín fyrsta dyst í bestu føroysku deildini longu sum 16 ára gamal.