Petur Olivar hevur skipað Ormin Langa í næstan 30 ár

Hann verður sjeyti um skamma stund, men er still going strong. Í næstan 30 ár hevur hann kvøðið og skipað Ormin Langa á Vaglinum ólavsøkukvøld

Jákup Bogi Joensen - torshavn.fo
5. august 2022 kl. 11:22

Petur Olivar í Hoyvík er maðurin, ið mong siga frá og hava ikki sæð hann, tí so stór er mannamúgvan, ið trínur dansin so lystiliga eftir midnáttarsangin á ólavsøku.  

Hann hevur fingið føroyska dansin í vøggugávu og fýlist á, at dansurin ikki fær ta virðing og viðurkenning í almenna rúminum og hann átti at fingið, tó at undirtøkan á á Vaglinum á ólavsøku altíð er góð.

Sjálvur tekur hann tað sum ein heiður at hava fingið litið upp í hendur at skipa dansin á ólavsøku.

Næsta ár, í 2023, hevur hann 30 ár á baki sum skipari. Og fúsur er hann at taka eitt tørn aftrat.

- Havi eg lív og heilsu, og um Gud vil, tí tað veit eg einki um, eri eg fúsur at skipa dansin aftur næstu ferð, sigur Petur Olivar í Hoyvík.

Gjørdist heitur um skallan
Fyrstu ferð Petur Olivar í Hoyvík skipaði Ormin Langa á ólavsøku var í 1992.

Eingin dansur var í 2020 og í 2021 vegna koronufarsóttina, men annars hevur hann skipað allar ólavsøkurnar síðani 1992.

Tað var Regin Eikhólm, sum tá var formaður fyri landsfelagið Sláið Ring, ið vegna dansifeløgini heitti á Petur Olivar um at skipa dansin á ólavsøku.

- Eg segði bara ja. Og líka visti eg, hvat var í væntu. Í veruleikanum hevði eg ikki peiling av, hvussu stór uppgávan var, sigur Petur Olivar.

Tað var ikki fyrr enn hann var á veg oman á Vaglið, at tað brátt rann fram fyri hann, hvat tað var, hann hevði játtað seg til.

- Tá eg var komin oman til Ebenezer, var vorðið so trongligt, at eg gjørdist heitur um skallan og ivaðist, um eg fór at vinna vegin fram til tíðina. Tástaðni gekk tað upp fyri mær, hvussu stór uppgávan var, ið eg hevði átikið mær. Eg hevði í veruleikanum ikki fatan av, at tiltakið var so stórt, sigur Petur Olivar.

Hann viðgongur, at hann hesa løtuna kendi eitt ávíst trýst á sær. Ikki tí hann ræddist uppgávuna, tí hana skuldi hann nokk megna. Hann óttaðist hinvegin, at dansurin og umstøðurnar fóru ikki at finna stevið saman. Hann óttaðist, at røddin á skiparanum ikki hoyrdist nóg týðiliga og hvarv, tá ið kvøðið varð, og hann ivaðist, tí ongan hevði hann biðið um at hjálpa sær. Tað fann hann skjótt út av, sigur hann, at neyðugt er at hava gott fólk aftrat sær at stýra stevið.

- Tað er neyðugt, tí dansurin á ólavsøku er ein hurlivasi, skilt á tann hátt, at har eru útlendingar uppi í dansinum og føroyingar, sum ikki duga stev. Øll eiga dansin á ólavsøku og eru hjartaliga vælkomin, men tað er umráðandi, at onkur er ímillum, sum hevur royndirnar og dugir stev, sigur hann.

Hann heldur tað vera stuttligt og skemtar sær óført, tí fólk ofta hava hildið, at skiparin er í einsemi burtur frá fjøldini og skipar úr onkrum skýmaskoti ella loftsrúmi á Vaglinum. Men tað er ikki so. Skiparin er mitt í mannamúgvuni og stígur asfaltið, sigur hann. 

Og tað er vorðið sum uppgáva. Ormurin Langi er 85 ørindi at duga uttanat.

- Vit plaga at telja trý ørindi og niðurlag upp á ein minutt. Á leið 27 og ein hálvan minutt tilsamans, so tað táttar upp ímóti tí hálva tímanum. Og tað er hóskandi longd, sigur Petur Olivar.

Hann leggur dent á, at skiparin skal hava eina hampiliga góða rødd, hann skal vera tónafastur, hann skal duga stev, og so skal skiparin altíð geva sær far um, hvat hann kvøðir um.

- Dansur er eitt slag av framførslu, og tí er neyðugt at vita, nær tú sum skipari skal leggja tónan meira aggressivt, og nær hann skal vera mildari, sigur hann.

Hann vísir annars á, at Ormurin Langi er eitt miðal langt kvæði. Tað kundi tað sama verið ein onnur vísa, Regin smiður til dømis, men tann vísan er væl longri og helst ov long til høvið á ólavsøku. Og tí hevur Ormurin Langi vunnið hevd sum vísan, ið kvødd verður, sigur hann. 

Mugu hjúkla um arvin
At kvøða Ormin Langa á ólavsøku er nakað serligt, sigur Petur Olivar í Hoyvík.

- Føroyski dansurin er lutur av tí arvi og mentanarligu gávu, ið okkum er givið. Tí eiga vit at varðveita, menna og hjúkla um føroyska dansin, sigur hann.

Og hóast føroyski dansurin ikki altíð fær ta viðurkenning, hann hevur uppiborið, sambært Petur Olivari, so heldur hann, at dansinum er lív lagað.

- Dansurin á ólavsøku hevur eggjað og hildið ungum fólki til. Eg upplivi javnan, at ung fólk skriva til mín við fyrispurningi um Ormin Langa, og hvussu eg skipi kvøðingina. Tað ber boð um ein áhuga millum unga fólkið, og tað er ein styrki, tí so hevur dansurin eina framtíð, sigur Petur Olivar.

Petur Olivar í Hoyvík dylur ikki fyri, at hann er tjóðskaparmaður og ber stóran alsk til føroysku mentanina. Til føroyska dansin, kvæðini - og føroysku klæðini.  

- Tær nýtist ikki at vera í føroyskum klæðum fyri at kvøða eina vísu. Men við virðing og tign fyri mentanini, kvøðingini og ólavsøkuni, eri eg altíð í føroyskum klæðum til hátíðarløtuna á Vaglinum, sigur hann. 

Regnið mundi gjørt av við Ormin
Júst ólavsøkan man vera besta dømi um savnandi megina, sum føroyski dansurin hevur. Uppmøtingin á Vaglinum er altíð góð, men hesaferð var undirtøkan heldur lakari. Veðurgubbarnir skikkaðu sær ikki so væl og lovaðu regn ólavsøkukvøld. Og regnið kom og tað í ólukkumát.

- Eg havi upplivað nógvar ólavsøkur við skiftandi veðri, men hesaferð bar av. Tað regnaði óvanliga illa á midnátt ólavsøkukvøld, og tí var tað hugtakandi og serliga fløvandi, at so nógv fólk hóast alt var til midnáttarsangin og føroyska dansin, sigur Petur Olivar.

Tað var annars um reppið, at nógva regnið gjørdi av við Ormin Langa. Hálv kvødd vísa ber sjáldan boð um gott úrslit. Ljóðið úr mikrofonini hvarv, og røddin á skiparanum hoyrdist tí illa í mannamúgvuni.

- Tá ætlaði eg at geva uppat og biðja fólk fara til hús, tí so illa regnaði tað. Men róp kom í mannamúgvuna, tí vísan var ikki liðug. Tá ornaði eg um hjarta, og tað blíðkaði fyri huganum. Brádliga kom ljóðið aftur, og so settu vit á, har vit sleptu. Tá dansurin var liðugur, hugsaði eg við mær sjálvum, at tað var gott, at vit hildu á og kvøddu vísuna um Ormin Langa lidna, sigur Petur Olivar í Hoyvík.

Vit kunnu leggja aftrat, at midnáttarsangin á ólavsøku skipar Jóannes á Váli.