- Tú hevur luttikið á øllum oyggjaleikunum síðan 1989, sum leikari ella venjari, tó undantikið í 2013 tá borðtennis ikki var við. Hvussu dámar tær nýggja leiklutin sum flaggberari?
- Tað var ikki í mínum tonkum, at eg skuldi verða flaggberi – tá eg varð spurdur. Men – tað er sjálvandi hugaligt at fáa møguleikan at ganga fremst við Merkinum, sum jú sameinir stóran part av føroysku ‘ítróttar-familjuni’ – og er eitt av okkara samleika-eyðkennum.
Heiðursmerki hava ikki alt at siga
- Føroyingar plaga at vinna fleiri heiðursmerki. Spell, at t.d. judo, fimleikur og flogbóltur ikki eru við, tí hesar ítróttargreinar plaga at ‘borga’ fyri fleiri heiðursmerkjum. Tó eru vónir um fleiri heiðursmerki innan fleiri ítróttargreinar – so samlaða føroyska avrikið skal nokk verða gott. Tó er tað ikki einans heiðursmerki, tað snýr seg um – men eisini luttøka og at umboða Føroyar á virðiligan hátt.
- Tú ert ikki einans flaggberari, men eisini liðleiðari hjá føroysku borðtennis manningini. Hvat eru tykkara mál innan borðtennis til hesar oyggjaleikirnar?
- Málið hjá borðtennishópinum hesa ferð er, at øll átta, ið eru við, royna sítt ítarsta. Mínar royndir í oyggjaleikahøpi siga mær, at tað er trupult at vinna heiðursmerki – men so leingi, leikararnir gera sítt allarbesta, so er fyrsta og fremsta málið rokkið. Um tað so eisini røkkur til heiðursmerki, taka vit tað sjálvandi gleðiliga við.
- Hevur føroyskt borðtennis ment seg nógv síðan fyrstu oyggjaleikirnar í 1989 fram til dagin í dag?
- Viðvíkjandi menning av føroyskum borðtennis síðani 1989 er kanska rættari at siga, at borðtennisítróttin í alheimshøpi hevur broytt seg og ment seg soleiðis, at leikferðin er økt og tekniska spælið somuleiðis broytt – so sæð í tí ljósinum, hevur føroyskt borðtennis eisini ment seg.