Ársúrslitið vísir eitt yvirskot á 823.000 kr aftan á skatt og eina positiva eginogn, sum er ein týðilig betran av úrslitinum í 2022.
- Vit eru sera væl nøgd við úrslitið fyri 2023. Úrslitið vísir, at vit kunnu laga okkum eftir umstøðunum og seta í verk neyðugar broytingar fyri at tryggja eina støðuga og positiva menning av felagnum, sigur Hjalmar Petersen, nevndarformaður.
Broytingarnar, sum vórðu gjørdar í 2023, fyri at venda negativu gongdini hava havt avgerandi ávírkan á rakstur felagsins. Frá einum undirskoti á 9,5 mió krónur í 2022 er tað eydnast at koma út við einum yvirskoti í 2023. Úrslitið prógvar, at sparingarnar, sum vórðu framdar í bæði rakstrar- og lønarútreiðslunum saman við øktum fokusi á sølu av kjarnuvørum felagsins, sum eru tímar, eykalutir og maskinur, hava riggað.
Framtíðarvøkstur og full bíleggingarbók
Seinastu mánaðirnar er virksemið felagsins økt nógv, og bíleggingarbókin er um at verða full til tað, sum eftir er av árinum. Stóri eftirspurningurin eftir tænastunum hjá Peturi Larsen, bæði her heima og í útlandinum, saman við menningarverkætlanum, sum eru í gongd, eru við til at tryggja vøkstur og framgongd felagsins.
Nýggjur íleggjari
Í januar eydnaðist at fáa íleggjarar í móðurfelagið. Norðoya Íløgufelag setti pening í móðurfelagið. “Vit er fegin um áhugan frá íleggjarum at gera íløgur í felagið. Hetta er týðiligt tekin um álit á okkara starvsfólk, ætlanir og framtíðar vakstrar- og menningarmøguleikar,» leggur nevndarformaðurin afturat.
Umframt Hjalmar Petersen nevndarformann, sita Ben Arabo, Andras Róin, Jens Poulsen, Atli Larsen og Rógvi Róin í nevndini hjá Petur Larsen.
Eigarar í Petur Larsen eru RR Holding, AL Holding og Framtak.