Petur Knudsen og fyrrverandi HB-venjarin í bestu donsku deildini komandi kappingarár

Eftir eitt kappingarár í næstbestu donsku deildini, so spæla bæði Lyngby og AC Horsens aftur í bestu deildini komandi kappingarár

Glaðir Lyngby-leikarar, eftir at tað var greitt í gjárkvøldið, at Lyngby aftur spælir í bestu donsku deildini komandi kappingarár. Petur Knudsen sæst mitt í myndini (Mynd: Lyngby Boldklub)
Sigurjón Einarsson
24. mai 2022 kl. 10:51

Í fyrstu royndini hava bæði Lyngby og AC Horsens tryggjað sær uppflyting til bestu donsku deildina.

Tað er greitt, eftir at næstseinasta umfar varð leikt í gjárkvøldið, tá Lyngby leikti javnleik 1-1 úti móti Nykøbing FC, meðan AC Horsens vann 4-0 sigur á Fredericia.

Petur Knudsen hevur verið skaddur seinastu tíðina, men er byrjaður at venja aftur. Hann var á beinkinum allan dystin í gjár.

Hóast tað restar eitt umfar, so er greitt, at hini liðini ikki kunnu fáa Lyngby og AC Horsens aftur. Horsens liggja á fyrsta plássinum við 63 stigum, meðan Lyngby er beint í hølunum við 60 stigum.

– Eg haldi, at Lyngby hoyrir heima í Superliga´ini (donsku meistaradeildini, red.), og tað skulu vit til at prógva nú, sigur Lyngby-miðverjin Andreas Bjelland, sum eisini eigur í felagnum, við Ritzau.

– Vit hava havt eitt gott kappingarár við einum sterkum liði. Her eru nógv nýggj andlit og ein nýggjur venjari er komin, men hetta er fult uppiborið, at vit flyta upp, heldur sterki miðverjin.

Tað er íslendski Freyr Alexandersson, sum tók yvir Carit Falch, eftir at Lyngby flutti niður í fjør.

Fyrrverandi HB-venjarin bjartskygdur
Fyrrverandi HB-venjarin, ið nú er høvuðsvenjari í AC Horsens, Jens Berthel Askou, heldur, at liðið hevur støðið til at klára seg í bestu donsku deildini.

– Eg vænti ikki, at vit fara at fáa líka so góð úrslit í Superliga´ini sum í 1. deild, men tað eru ting í okkara spæli og úttrykki, sum eisini er haldgott til Superliga´ina, sigur Jens Berthel Askou við Ritzau.

– Vit hava allatíðina havt fokus á at byggja eitt lið upp, sum hevur fokus á at vinna dystir í 1. deild og vera kappingarført í Superliga´ini, sigur hann.

Tað hevur gingið stak væl hjá AC Horsens í vár. Liðið hevur vunnið 23 stig út av 27 møguligum.

AC Horsens og Lyngby býta um pláss við Sønderjyske og Vejle, sum nú skulu royna at gera teimum kunstin eftir og flyta upp í fyrstu royndini.

Nýggja kappingarárið byrjar longu tann 17. juli.