Petur Knudsen heldur ikki fram í Lyngby

Hóast hann var ein av profilunum í slutspurtinum, so verður føroyski landsliðsspælarin ikki á listanum, tá ið tað verður farið undir fyrireikingarnar til nýggju landskappingina

Jóannes Hansen
13. juni 2023 kl. 17:10

Í hesum døgum er Petur Knudsen saman við liðfeløgunum á landsliðnum. Teir fyrireika seg til EM undankappingardystin, sum leygarkvøldið verður ímóti Kekkia og til dystin týskvøldið, tá ið Albania verður mótstøðuliðið.

Í dag er tað greitt, at Petur Knudsen ikki fer aftur til Lyngby, har hann seinastu tvey árini hevur verið á lønarlistanum. Lyngby BK boðar á heimasíðu síni frá, at fýra spælarar fara úr felagnum, og at ein av hesum er Petur Knudsen.

Sáttmálaskeiðið hjá honum í danska superligufelagnum var frá 1. juli 2021 og fram til 30. juni í ár.

Síðsta kappingarár var Petur nógv skaddur, men fram ímóti kappingarenda, tá ið Lyngby stríddist fyri at varðveita plássið í bestu deildini, var hann eyðsýndur og skoraði tvey mál.

Enn er ikki greitt, hvar fótbóltsframtíðin hjá 25 ára gamla Peturi Knudsen verður. Fyrr í dag skrivaði bolt.fo, at tað ljóðar í íslendskum miðlum, at FH í Íslandi, har fyrrverandi HB venjarin Heimir Guðjónsson er venjari, er áhugað í at knýta føroyska landsliðsspælaran at sær.