Petur er aftur í Runavík

Petur Knudsen verður trý tey næstu árini í barndómsfelagnum NSÍ

Jóannes Hansen
3. februar 2024 kl. 11:37

Nú fer tað av álvara at líkjast hjá NSÍ. Í gjárkvøldið vann NSÍ 2-0 ímóti HB á heimavølli í VFF CUP. Tá vóru málskjúttarnir tveir, sum í fjør ikki vóru í Runavík. Annar var Klæmint A. Olsen, og hin var Adi Terzic, og hin var Klæmint A. Olsen.

Í morgun boðar NSÍ frá, at enn ein framrættaður spælari hevur skrivað undir við felagið. Talan er um gamlan kenning, sum seinnu árini hevur roynt seg uttanlands.

NSÍ skrivar soleiðis:

Tað er okkum ein stór gleði at kunngera, at ársins leikari í 2020 er komin heim aftur í gult.

Petur Knudsen og NSÍ hava í morgun skrivað undir ein 3-ára sáttmála!

-Hetta er ein av bestu leikarunum í Føroyum, sum hevur valt at koma heim aftur í gulu blusuna, og tað fegnast vit stórliga um, sigur NSÍ-formaðurin Karstin Joensen við heimasíðuna.

-Vit hava í eina tíð arbeitt hart fyri at fáa besta mansliðið aftur, har sum vit hoyra heima, og hetta er enn ein týdningarmikil brikkur í tí putlispælinum. Tað harða arbeiðið er ikki liðugt enn; tað er júst byrjað, sigur Karstin Joensen.

Ítróttarstjórin hjá NSÍ, Eyðstein Skipanes, sigur við heimasíðuna, at hópurin hjá NSÍ er við at verða klárur. NSÍ skal í ár finna sítt pláss aftur í bestu deildini. Vit byrja kappingina í ár við einum styrktum hópi.

-Vit hava ásannað, at tað er neyðugt at styrkja hópin, um vit skulu gera okkum galdandi í bestu deildini.Tað hevur sera stóran týdning fyri liðið, at vit nú hava fingið bæði Petur Knudsen og Klæmint A. Olsen aftur á liðið. Hetta eru okkara landsliðsleikarar, ið vit kunnu byggja liðið rundanum, sigur Eyðstein Skipanes.

Vit duga næstan ikki at seta orð á, hvussu fegin vit eru um at síggja Petur Knudsen aftur í gulu blusuni. Tað er fantastiskt!!

Saman standa vit sterk.