Pettson og Findus á pall komandi vikuskifti

Leikurin er bygdur á Pettson og Findusbøkurnar hjá Sven Nordqvist, sum eru um ein heldur tvøran gamlan stavn og kettu hansara

Innsent
7. oktober 2017 kl. 12:07

Pettson og Findus á pall komandi vikuskifti

Leikurin er bygdur á Pettson og Findusbøkurnar hjá Sven Nordqvist, sum eru  um ein heldur tvøran gamlan stavn í høgum hatti, sum býr í einum reyðum húsi við hvítum vindeygum, saman við eini kettu. Hanna Flóvinsdóttir og Hjálmar Dam hava týtt og viðkað um leikritið, og tey spæla leiklutirnar sum Pettson og Findus

Sven Nordqvist er av bestu skaparunum av myndabókum, og tað hevur eydnast Nicolaj Falck og Klæmint H. Isaksen at flyta á pall í Sjónleikarhúsinum, verðina hjá Pettson og Findus, soleiðis at bæði børn og vaksin uppdaga alt møguligt í teim skilaleysu staklutunum.

Tíverri eydnaðist ikki øllum at sleppa til sýningarnar, og fáa tey vónandi møguleikan nú.

Hetta er barnaleikur til tey minstu, men tað skal ongin ivi vera um barnsligar sálir eisini fáa nakað burturúr at sita eina løtu í Sjónleikarhúsinum og hyggja at Pettson og Findus

Sýningar og atgongumerki á www.atgongumerki.fo