Peter Madsen, ið er skuldsettur fyri drápið á Kim Wall hevur valt at lata lagnu sína í hendurnar á so fáum fólkum sum gjørligt.
Sakførari Betina Hald Engmark sigur við Ritzau, at Madsen hevur valt ikki at hava nevningar undir rættarmálinum, ið byrjar 8. mars. Tað vil siga, at tað er upp til ein dómara og tveir dómsmenn at avgera málið. Kravið frá ákærumyndugleikunum er lívlang fongsulsrevsing.
16. januar varð Peter Madsen skuldsettur fyri at hava dripid svensku tíðindakvinnuna Kim Wall. Kravið frá ákærumyndugleikunum er lívlang fongsulsrevsing.
Sambært ákæruritinum var drápið bæði planlagt og fyrireikað frammanundan, men enn er ikki vist hvussu Madsen drap Kim Wall.
Peter Madsen er eisini ákærdur fyri m.a. at hava skorið líkið sundur, sigur løgreglan.
Tey vita longu, at eitt vitni hevur sæð Peter Madsen koma gangandi við einari sag oman til kavbátin sama dag, sum Kim Wall hvarv. Eisini vita tey, at Peter Madsen tveir dagar áðrenn forðaði fyri, at tað var koyrt fylgingarútgerð á bátin, sigur kriminalfrásøgufólk hjá TV2.