Málið um svensku tíðindakvinnuna, Kim Wall, er farið um allan heim. Maðurin, Peter Madsen, hevði bygt sín egna kavbát og Kim Wall farin umborð á kavbátin saman við Peter Madsen, fyri at skriva eina grein um hetta. Hetta var seinastu ferð at nakar sá Kim Wall á lívi. Eftir at sjeikurin hjá Kim Wall hevði meldað hana sum horvnað, eru kropslimir hennara funnir í ymsum førum í Køge Bugt og á Amager Strand í Danmark.
Peter Madsen hevur alla tíðina noktað seg sekan í at hava dripið og sundurlimað kroppin á Kim Wall. Higartil hevur hann sagt, at hon fekk eina tunga lúku í høvdið, meðan hon var umborð, og at hon doyði av tí. Síðan hevur hann sagt, at hann blakaði hana fyri borð.
Hendan søgan hevur tó verið sera illgrunarsom, serliga tí, at tá høvdið á Kim Wall varð funnið, var onki ið bendi á, at hon hevði fingið nakað tungt á høvdið.
Men nú hevur Peter Madsen broytt sína søgu. Hann viðgongur at hava sundurlimað Kim Wall og sigur nú, at hon doyði av kolsúrniseitran.
Løgreglan í Danmark upplýsir fyri dr.dk, at sakin móti Peter Madsen er við at vera klár. Peter Madsen var ákærdur fyri dráp og ósømiliga viðferð av einum líki. Hendan ákæran er nú víðkað til eisini at fevna um aðra kynsliga viðferð enn samlegu, tí at kroppurin á Kim Wall vísti umleið 14 meiðsl bæði í og rundan um kynslutirnir.
Peter Madsen noktar seg sekan í ákærunum um dráp og aðra kynsliga viðferð.