Betina Hald Engmark, sakførari hjá Peter Madsen, sigur hann nú skal sita inni, til hann skal dømast. Upprunaliga var ætlanin, at mikudagin skuldi dómari meta, um tað var neyðugt hjá tí 47 ára gamla enn at sita varðhaldsfongslaður.
Tað førir við sær, at Peter Madsen nú skal sita inni til ein dómur er komin í málinum. Ein dómur, sum ákærin ætlar sær skal verða lívstíðarfongsulsrevsing.
- Sum málið sær út í løtuni, veit Peter Madsen, at tað er ósannlíkt, at hann verður leyslatin. Vit vóna sjálvandi eina rættvísa rættargongd.
Sigur Betina Hald Engmark við Ekstrablaðið.
Peter Madsen var handtikin sama dag sum kavbáturin sakk tann 12. august. Frágreiðingin hjá honum um, hvat hendi henda dagin á kavbátinum, er broytt fleiri ferðir. Hann hevur kortini allatíðina noktað seg sekan at hava dripið svensku fjøðlmiðlakvinnuna Kim Wall. Hann hevur tó viðgingið, at hann hevur skorið líkið í pettir og beint tað fyri borð. Hann vil tó ikki hoyra talan um, at hann skal hava kynsliga gjørt seg inn á líkið.
Peter Madsen hevur sitið varðhaldsfongslaður síðan 12. august. Har verður hann nú sitandi til 25. apríl. Tá verður roknað við, at endaligur dómur er komin í málinum. Rættarmálið móti Peter Madsen byrjar 8. mars.
kelda: tv2.dk