Dagføring: Peter Madsen er nú handtikin aftur.
Peter Madsen, ið dømdur fyri lívstíð, hevur í morgun roynt at flýggja úr fongslinum.
Nógv løgreglufólk eru til staðar í Albertslund, har Peter Madsen flýddi frá. Keldur hjá Ekstra Blaðnum siga, at bæði bumburuddarar, servand løgreglulið og herleiðsludepilin eru til staðar.
Tveir skarpskjúttar liggja á jørðini og halda eyga við Peter Madsen, ið situr á gongugøtuni. Eygnavitni siga, at hann hevur okkurt um magan, ið kundi sæð út sum ein bumba av onkrum slag.
Enn er tað ikki eydnast løgregluni at handtaka Peter Madsen, men hann er umringaður av løgreglufólkum.
Kendi uppfinnarin, ið eisini eigur egnan kavbát, varð í 2018 dømdur sekur fyri mannadráp og fekk lívslanga fongsulsrevsing. Seinni hevur hann viðgingið at hava stykkja svenska journalistin Kim Wall sundur, men noktar, at hetta er hent undir tyngjandi umstøðum.