Peter Aalbæk fer aftur til arbeiðis

Danski filmsframleiðarin hevur verið burturstaddur frá felagnum, Zentropa, síðan november í fjør

Guðrun í Jákupsstovu
9. januar 2018 kl. 11:03

#MeToo hevði eisini sína ávirkan á filmsverðina í norðanlondum. Danski filmsframleiðarin, Peter Aalbæk, ið eisini er kendur fyri at vera handan filmsframleiðslufelagið, Zentropa, bleiv lagdur undir eina rúgvu av ákærum fyri kynsliga lødda happing, eyðmýking og ágang og fyri at skapa eitt ótrygt umhvørvi fyri, serliga, praktikantar á Zentropa.

Níggju kvinnur traðkaðu fram fyri blaðnum, Politiken, og greiddu frá sínum søgum um at hava starvast á Zentropa. Tað snúði seg bæði um at revsingar á Zentropa vóru útbreiddar, og ein kundi velja ímillum at blíva flongdur av Aalbæk sjálvum, ella at skula fara út til trøðna hjá honum at annaðhvørt fóðra ella koppseta svín hansara. Søgur vóru eisini ið greiddu frá, at man bleiv pressaður til at svimja nakin í svimjihylinum hjá felagnum.

Søgurnar vakti ans og sendu nógvan kritikk móti Peter Aalbæk. Somikið nógvan, at Aalbæk hevur hildið seg burtur frá arbeiðsplássinum síðan november mánaða í fjør.

Men nú ætlar hann sær aftur til arbeiðis.

Danska arbeiðseftirlitið hevur gjørt kanningar av Zentropa og arbeiðsmentanini, ið hoyrir til felagið. Tey eru komin til ta niðurstøðu, eru ikki nakrir trupulleikar á Zentropa, ið hava við arbeiðsumhvørvi at gera.
Arbeiðseftirlitið hevur tó snikkað saman eina vegleiðing til Zentropa, ið skal minka um kynsligan ágang á arbeiðsplássinum.