Ongi úrslit

PET skal hava atgongd til allar dátur

Eisini tær um heilsuna hjá borgarum.

Jóhanna Højgaard
8. mai 2025 kl. 19:40

Sundhed.dk er ein portalur sum allir danir kunnu fara inná, og har siggja allar dátur sum finnast um tey í heilsuverkinum. Har sæst alt um hvørjar vaccinur tey hava fingið, hvønn heilivág tey taka, nær tey hava verið innløgd, ella bara nær tey hava verið hja hvørjum serlækna. Higartil hevur tað bert verið borgarin sjálvur sum hevur havt atgongd til hesar dátur.

Danski Løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard hevur tó fyri kortum lagt fram lógaruppskot. Tað snýr seg um, at geva donsku fregnartænastuni PET, atgongd til allar hesar viðkvæmu dátur. Hann sigur at tað er fyri at tálma yvirgangi og njósning. Hetta kann tó oyðileggja álitið og tagnarskylduna millum lækna og sjúkling, ávarar Etiska ráðið.

Nú útsetir danska stjórnin uppskotið. Hetta hendur eftir at 25 organisatiónir og fleiri flokkar hava biðið tey um tað.

Hesir flokkar hava samstundis biðið um eina "privatlívskommisión" sum skal kanna allar lógirnar, sum eru gjørdar seinastu árini. Tað eru lógir sum eru smíðaðar, fyri at hava størri eftirlit við borgarum. Hettar hevur ráðharrin to avvíst.

Men hann útsetur tó uppskotið. Tað ger hann fyri at hesir mótmælandi bólkarnir, skullu sleppa at seta seg betri inn í tað hann skýtir upp.

Mest lisið hesa vikuna

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

25. januar kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

26. januar kl. 10:32

22 milliónir krónur

27. januar kl. 18:21

Nei til veðurlagslóg - lat okkum ikki gera sama brølara sum Europa

27. januar kl. 10:47

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

Í gjár kl. 11:41