Sankta Nicholas var ein veruligur søguligur persónur, sum verður mettur at verða føddur tann 15. mars ár 270 í býnum Patara í Lycia. Patara í Lycia liggur á suðurstrondini í dagsins Turkalandi, í landspartinum Antalya, sum mangir føroyingar munnu hava vitjað í frítíðarørindum. Sankta Nicholas gjørdist 73 ára gamal, og sigst vera deyður tann 6. desember ár 343 í keypstaðnum Myra í Lycia. Um hetta mundið var økið tó grikskt, og verður Sankta Nicholas mettur at vera grikki.
Nicholas var einabarn av ríkum kristnum foreldrum, og skal hann hava verið sera trúgvandi longu sum barn. Foreldrini doyðu av umfarssótt meðan Nicholas enn var lítil, og bleiv Nicholas tí uppfostraður hjá gubba sínum, sum eisini æt Nicholas, og var biskupur í Patara í Lycia. Hann upplærdi og uppfostraði unga Nicholas við heilagu skriftunum, og seinni eisini vígdi hann eisini Nicholas sum prest.
Gerningar Nicholas
Kendasta søgan um Sankta Nicholas er allarhelst hon, har hann hjálpir einum eldri fátækum manni, við heimanfylgju til sínar tríggjar døtur. Heimanfylgja var gáva, sum pápin tá í tíðini skuldu lata við, tá døtur hansara skuldu giftast. Hevði pápin ikki ráð at lata heimanfylgju við, so blivu døtur hansara mest sannlíkt ikki giftar, og máttu tí mest sannlíkt lívbjarga sær sum skøkjur framyvir. Hesin eldri maður var tí í ógvuligari svárari neyð, eins og hansara tríggjar døtur vóru tað.
Av tí at Nicholas ikki vildi veita eldra manninum olmussu alment, hetta vildi verið enn ein eyðmýking av eldra fátæka manninum, valdi Nicholas at fara framvið hjá teimum um náttina, og uttan at gamli maðurin ella døtur hansara fingu frænir av tí, blakaði hann tríggjar pungar fyltar við gullmyntum inn gjøgnum opna vindeygað í húsunum. Í einari aðrari forteljan av hesi søgu valdi Nicholas at sleppa teimum trimum pungunum við gullmyntunum niður ígjøgnum skorsteinin í húsunum. Tað vildi so við, at tann eina av døtrunum hevði vaskað sínar hosur kvøldið fyri, og hevði hon hongt tær at turka undir skorsteininum. Og teir tríggir pungarnir við gullmyntunum, ja teir endaðu sjálvsagt í hosuni, sum var hongd fram við eldstaðnum í húsunum.
Nicholas nærkast norðurevropa
Í 1087 bleiv meginparturin av jarðisku restunum av Sankta Nicholas fluttur úr Myra í Lycia til Bari í dagsins Italia. Hetta viðførdi samstundis, at søgan um Sankta Nicholas bleiv flutt tættari at norðurevropa. Í miðøldini var tí vanligt nógvastaðni í Evropa at geva børnum gávur kvøldið áðrenn 6. desember, sum var dagurin, tá Sankta Nicholas doyði. Undir reformatiónini hjá Martin Luther, og eisini eftir ynski frá Martin Luther, verður dagurin at geva børnum gávur fluttur frá 6. desember til 24. og 25. desember fleiri staðni í Evropa. Martin Luther vildi, at siðurin at geva børnunum gávum skuldi tengjast at jólunum, og vildi eisini, at tað var Jesusbarnið, sum gav hesar gávur.
Faðir Jól og Sinterklaas
Faðir Jól stavar aftur til 16. øld í Onglandi. Her var hann ein stórur maður í grønari ella korkalittari kápu við skinni. Hann var ímyndin av jólagleðini, og kom við friði, gleði, góðum mati, góðum víni og veitsludámi. Eisini í Onglandi bleiv hesin dagur fluttur frá 6. desember til 25. desember, so at hann fall saman við 1. jóladag.
Í Niðurlondum var eisini ein persónum, sum var bygdur yvir gamla Sankta Nicholas. Teir nevndu hann fyri Sinterklaas. Veitsludagurin hjá Sinterklaas var sama dag sum hjá Sankta Nicholas, tann 6. desember. Sinterklaas er myndaður sum ein eldri, tignarligur maður við longum hvítum hári og stórum síðum skeggi. Hann er ílatin ein langan reyðan kappa, eina høga reyða biskupshúgvu, og ríður sum oftast á einum hvítum hesti. Sinterklaas er tann søguliga ímyndin, sum minnir mest um dagsins jólamann.
Mynd: Niðurlendski Sinterklaas minnir nógv um “vanliga” jólamannin. Hann ríður á einum hvítum rossi
Hin amerikanski Santa Claus
Men tað var ein samanrenning av Sankta Nicholas, Faðir Jól og Sinterklaas, sum skuldi gerast til persónin, sum tey í norðuramerika rópa Santa Claus. Í 1823 bleiv ein dulnevnd yrking givin út í blaðnum Sentinel í New York í USA. Yrkingin æt Náttin fyri jól – The Night Before Christmas – og fortelur hon okkum tí søguna, sum vit best kenna um jólamannin. Í 1837 segði Clement Clarke Moore, at tað var hann, sum hevði skrivað yrkingina. Hvussu er og ikki, so er yrkingin grundarlagið undir nýmótans ímyndini av jólamanninum.
Yrkingin fortelur, at tað er jólaaftan, og meðan konan og børnini sova, vaknar pápin av gangi uttanfyri húsini. Tá hann hyggur út gjøgnum vindeygað, sær hann jólamannin í síni luftbornu sletu, sum verður trekt av átta reindjórum. Jólamaðurin og fylgi hansara lenda á takinum á húsunum. Síðani klintrar jólamaðurin niður ígjøgnum skorsteinin, og við sær hevur hann ein stóran reyðan sekk fyltan við gávum og leikum.
Pápin hyggur at, meðan jólamaðurin fyllur jólahosurnar, sum hanga yvir eldstaðnum, við jólagávum, alt meðan jólamaðurin flennur fyri seg sjálvan – ho ho ho. Tá hann er liðugur við at fylla gávurnar í jólahosurnar, klintrar jólamaðurin aftur upp ígjøgnum skorsteinin, og fer so aftur á flog í sínari sletu við teimum átta reindjórum. Sum hann flýgur avstað yvir húsini, ynskir hann øllum eini gleðilig jól og eina góða nátt.
Coca-Cola, jólamaðurin og reinsdjórið Rudolf
Í 1930-unum setir kenda leskidrykkjafyritøkan Coca-Cola seg í samband við listamannin Haddon Sundblom. Teir vilja hava hann at hjálpa teimum við at gera sølulýsingar fyri Coca-Cola. Til hesar sølulýsingar skapar Haddon Sundblom kenda, tjúkka og hugnaliga jólamannin, sum, umframt alt annað ein jólamaður eisini ger, drekkur Coca-Cola. Haddon Sundblom fann íblástur til jólamannin úr dulnevndu yrkingini nevnd omanfyri – Náttin fyri jól. Og í yvir 33 ár skapti Haddon Sundblom nýggjar lýsingar við Coca-Cola og jólamanninum.
Um nøkulunda somu tíð sum jólamaðurin er stjørnan í Coca-Cola lýsingunum, verður hitt 9. og kendasta reinsdjórið til – Rudolf við tí reyðu nøsini. Hetta var í 1939, og var tað Robert Lewis May, sum skapti Rudolf. Robert og Rudolf høvdu tó einki við Coca-Cola at gera. Robert Lewis May hevði fingið til uppgávu at gera ein nýggja teknibók til børn, og bleiv úrslitið Rudolf við tí reyðu nøsini. Seinni bleiv eisini sangur gjørdur um Rudolf, sum hvørt mansbarn man kenna lagið til.
Hvar býr so jólamaðurin?
Tað er ymiskt frá landi til land, júst hvar jólamaðurin hevur bústað. Í norðuramerika, t.e. í USA og Kanada, verður sagt, at jólamaðurin býr á Norðurpólinum. Tað finst eisini ein veruligur býur, ella rættari sagt ein lítil bygd, í Alaska, sum eitur Norðurpólurin. Har búðu 2.117 fólk í 2010, og er orsøkin til navnið á bygdini sjálvsagt, at hetta skal eitast at vera veruligi heimstaður jólamansins.
Men eisini tey norðurlendsku londini hava hvør sín bý, har jólamaðurin sigst búgva. Í Noregi býr jólamaðurin í Drøbak í Oslofjørðinum. Í Danmark, og møguliga í Føroyum við, býr jólamaðurin í Grønlandi, nær Uummannaq. Í Svøríki er hetta í býnum Mora og í Finnlandi býr jólamaðurin á fjallinum Korvatunturi í Lapplandi. Og hvar man so føroyski jólamaðurin búgva, um vit ikki halda at hann býr í Grønlandi? Kanska á Slættaratindi?