Persona Grata: Listaframsýning um tað menniskjaliga

Listaframsýningin við føroyskum samtíðarverkum letur upp í Víngarðinum fríggjadagin

Bryndis Hjartardóttir
10. juni 2020 kl. 12:24

- Orðingina í framsýningarheitinum, PERSONA GRATA kenna vit kanska best í negativari merking um útihýsing av ávísum menniskjum. Men eftir fyrstu bylgjuna av krúnusóttini, nú vit í mánaðar hava saknað starvsfelagar, familju, vinir og kenningar, skal eingin útihýsast, nú er í menniskjum góður tokki. Í øllum førum inntil forboð og ferðafólk møguliga seta proppin í aftur tað koronafría føroyska andingaropið.

Soleiðis skriva fyriskiparirnir um nýggju listaframsýningina sum fríggjadagin letur upp í Víngarðinum. Framsýningin við heitinum Persona Grata vísir verk eftir Torbjørn Olsen, Fríðu Matras Brekku, Hannu Bjartalíð, Carl Jóhan Jensen og Ásmund Poulsen.

Framsýningin hevur fokus á tað menniskjasliga og verkini, ið verða víst eru full av tilvitaðum skeivleikum og fjøllbroytni, sum tí væl hóska til evnið. Á upplatingardegnum fer Carl Jóhan Jensen at siga nøkur orð. Eisini letur terassan í Víngarðinum upp við nýggjum veggjaprýði eftir Hansinu Iversen.

Um verkini skriva fyriskiparirnir soleiðis:
- Ein føroysk samtíðarlistaframsýning um tað menniskjaliga má sjálvandi fevna um myndir hjá okkara fremsta menniskjalýsara, Torbjørn Olsen. Umframt ein serstakan nýggjan málning framsýnir Torbjørn Olsen tekningar á framsýningini. Torbjørn Olsen er ein framúrskarandi teknari. Alt hansara listarliga arbeiði byggir á tekningina. Hann hevur teknað altíð. Heima teknaði hann saman við brøðrum sínum – og tá hini børnini løgdu tekniamboðini frá sær, helt Torbjørn fram. Umframt at portrettini hjá Torbirni líkjast persónunum, tey ímynda, eru hesar tekningar eisini fjálgar støðulýsingar har blýants- ella tusjstrikan málar fram huglagið í løtuni, tá menniskju sova, práta ella taka sær av løttum. Myndevnið er altso fyrst og fremst menniskjað, men her er eisini herligar og kerligar tekningar av einum hundi og eini kettu við á framsýningini.

Kærleikin til djór er rættiliga grundleggjandi fyri Fríðu Matras Brekku, sum á framsýningini framsýnir prentmyndir. Hon er útbúgvin frá Seminariet for Håndværk og Design í Nørre Sundby og harumframt er hon útbúgvin steinprentari. Myndirnar hjá Fríðu eru øðrvísi í mun til aðra føroyska samtíðarlist, tær bera frá teirri ekspressivu og hálvabstraktu hevdini og hava eitt heldur stillisligt brá. Summar eru merktar av kvirrum, poetiskt løddum tómleika, meðan aðrar tykjast fevndar av fjálgum skemti, t.d. djóralýsingarnar. Portrett vóru eitt høvuðsmyndevni hjá fotografinum Ásmundi Poulsen í seksti- og sjeytiárunum áðrenn landslagið gjørdist alfa og omega í føroyskari fotolist. Sjálvur kjarnin í støðugt ekspanderandi verkinum hjá Hanna Bjartalíð er humanistiskur, antin myndevnini stava frá okkara gerandislívi ella tað eru skøltar, dreymahús ella annað.

Framsýningin Persona Grata letur upp fríggjadagin, 12. juni klokkan 17-19 í Víngarðinum í Tróndargøtu 31 í Havn. Okkurt gott verður at fáa og øll eru hjartaliga vælkomin. 

 

Í komandi Dimmalætting ber til at lesa eitt áhugavert essay um tilgongdina, hvussu eitt av listaverkunum á framsýningini er blivið til.