"Persian Lessons" verður sýndur í kvøld

Birgit Remmel, lærari í føroyskum, sponskum og latíni á Glasi, fer at innleiða sýningina við filminum "Persian Lessons" í Filmsfelagnum, sum verður sýndur í kvøld

Sigurjón Einarsson
20. januar 2021 kl. 16:21

Tað verður Birgit Remmel, ið fer innleiða filmin við at greiða frá um at konstruera eitt mál, so sum gjørt verður í søguni, ið filmurin byggir á.

"Persian Lessons" er hin fyrri av tveimum Holocaustfilmum, sum Filmsfelagið vísir í kvøld klokkan átta í Havnar Bio.

Seinni filmurin er hin týski "Tá Hitler stjól ljósareyðu kanina", ið verður sýndur sjálvan Holocaustdagin, mikudagin 27. januar.

Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar.

Persian Lessons (Vadim Perelman Russland, Týskland, Hvítarussland 2020 127 min)