Fyri næsta sjey mánaðum síðani varð Mars-rovarin Perseverance sendur út í rúmdina við kós móti Reyðu Gongustjørnuni. Gongur alt eftir ætlan lendir Perseverance á Mars í kvøld umleið kl. 20.55.
Nógv stendur uppá spæl. Verkætlanin hevur kostað 15 milliardir krónur og av øllum royndum at lenda eitt far á Mars, hava 60% miseydnast.
John Leif Jørgensen, professari á DTU, hevur tó góðar vónir um lendingina í kvøld. Hann sigur við Danmarks Radio, at royndirnar at lenda hava betra seg munandi seinastu árini og metir at Perseverance hevur 90% sannlíkindi at lenda trygt í kvøld.
Leita eftir lívi
Perseverance lendir í gospoinum Jezero á gongustjørnuni. Mett verður at tað er mest sannlíkt at finna spor eftir lívi í gosopinum, um lív nakrantíð hevur verið á Mars.
Perseverance skal eisini royna at gera ilt úr CO2 á Mars. Hetta verður neyðugt, um vit ein dagin skulu senda fólk á Mars.