Perlur fyri svín

Tóroddur Poulsen við oddhvøssum skriftstøðum ella Sissal Kampmann við tvílyntari Vestmannakvøðu. Hvør fær Mentanarvirðislønina?

Ragnar Sigrunarson
29. september 2017 kl. 13:39

Tóroddur Poulsen við oddhvøssum skriftstøðum ella Sissal Kampmann við tvílyntari Vestmannakvøðu. Hvør fær Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir?

 

(Mynd: Birgir Kruse)

Tvær ferðir áður hevur Tóroddur Poulsen fingið Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir, í 1992 og aftur í 2010. Yrkingasavnið Skriftstøð minnir upp á fleiri mátar um undanfarnu verkini eftir sama høvund, men avrikar væl meir enn hini søvnini á fleiri økjum. Verkið sveiggjar á skaldsligan hátt ímillum oddhvassar, revsandi viðmerkingar og hjartaligar, húðarleysar lýsingar, har eldri tekstir, kvæði og skriftstøð, virka sum akker í ódnini.


tey gera

fetini

lættari

líka til

texturin

endar

[s. 17]


Mentunargrunnur Studentafelagsins gav savnið út í fjør, og verkið fevnir um einar 80 yrkingar, harav allar hava heiti og eru á leið eina blaðsíðu til longdar. Heitið á savninum Skriftstøð sipar sjálvandi til bíbilorð, t.e. stutt, ofta kend brot úr halgubók, men innihaldið í savninum bendir á ein ávísan tvítýdning í orðinum. Kvæði og tættir spæla ein berandi leiklut í yrkingunum, men hesir tjóðargripirnir bresta oftani saman við teir nýmótans textirnar í savninum, og úrslitið er nakrar stuttligar og hugtakandi myndir.


hoyri eitt skip skríggja

mastraleyst

úti á fjørðinum

tað hevur fingið

eitt langt kvæði

um skrúvuna


leypi á bláman

við mínum penni

millum tenninar

svimji út til skipið

og fái loyst kvæðið

av skrúvuni

[s. 23]


Hendan innanhýsis orrustan millum yrkjara og tekstir gongur aftur gjøgnum verkið í síni heild. Heitið vísir til meir enn bíbilorð, tí savnið virkar sum ein statión; ein tokstøð fyri tekstir, har modernaðar yrkingar, forn kvæði og siðbundnir sálmar umskarast, har fortíð og samtíð renna saman. Brotið omanfyri lýsir, hvussu eitt eg kempar við at basa hesum óhandiga kvæðatekstinum, sum hevur fløkt seg um skrúvuna á einum skipi í havsneyð. Tá ið av tornar tykjast eldru kvæðini tó at vera ein neyðsynjarvøra hjá yngru textunum.


og fái tað upp á dekkið

so tað kann dansa seg turt aftur

áðrenn vit leggja at við bursatanga

har ein óreinur táttur

tekur ímóti okkum


tá eg komi til hús

heingi eg nøkur kvæðaørindi upp at ræsa

so søgan ikki fer at smakka av ongum

[s. 23]


Yrkingin Lív mítt sum skip er ímyndin av hesum millumtekstliga tráðnum. Eg-ið er farið til sjós við sjálvum Nólsoyar-Pálli, og saman ferðast teir "fram til jólafundin / har ein yrking um sápubløðrur / verður lisin upp". Hendan tilsipingin til Nú er tann stundin eftir Jóannes Patursson, sum Rasmus Effersøe bar fram á gitna jólafundinum í 1888, er partur av samspælinum millum ávikavist søguligar og samtíðarligar tekstir. Yrkingin Viðoy eftir Chr. Matras verður eisini drigin uppí.


og meðan vit sigla norðureftir í tjúkkum mjørka

hoyra vit eina messandi flata rødd:

sigl oyggj inn í mjørkan

nú ert tú ein skógvur

og tindarnir kustaskøft

[s. 77]


Í Skriftstøð ger yrkjarin sær dælt við okkara bókmentaliga arv í spennandi og sprelllivandi myndamáli, uttan at lata seg avmarka av skaldsligari siðvenju, og uttan at bannsettir tættir sleppa at tálma tí listarliga frælsinum. Spenningurin fjarar tó burtur í støðum, og tíverri slepst ikki undan eyðkendu, endaleysu ramsunum, har endurtøkur við fráviki verða reksaðar upp ad nauseam. Hetta er spell, serliga av tí at savnið annars als ongan tørv hevur á fyllu. Tað er v.ø.o. ivaleyst av kjøti á beininum, men brotið niðanfyri ýður í uppreksaðum maðki.


krógvi meg í kava krógvi meg í sandi krógvi meg

í vatni krógvi meg í mold krógvi meg í landi krógvi meg

í mykju krógvi meg í ísi krógvi meg í olju krógvi

meg í øli krógvi meg í mjøli krógvi meg í mjólk

krógvi meg í orðum krógvi meg í ruski krógvi meg

í hoyggi krógvi meg í kaffi krógvi meg í luft krógvi

[s. 31]


O.s.fr...


Orðaspæl hevur altíð verið ein hornasteinur undir ritverkinum hjá Tóroddi, og yrkjarin hevur áður bygt skaldsligar glæstriborgir á ta grund. Málið hevur tó lyndi til at líkjast orðaskvaldri heldur enn -spæli í støðum, og Skriftstøð er einki undantak. Tíbetur hevur sjálvt speiska roksið hjá skaldinum eitt ávíst undirhaldsvirði.


maðurin er sterkari enn allir

siðiligir siðalagsfyrilestrarhaldarar til samans

hann tveitir sjálvur øll út

og stendur einsamallur eftir

og heldur ein fyrilestur

fyri sær sjálvum

um hvussu lætt tað er

at tveita siðiligar

siðalagsfyrilestrarhaldarar

og áhoyrarar teirra

á dyr

[s. 66]


Eitt annað nevnivert fyribrigdi, sum ger vart við seg í savninum, er ein afturvendandi eymleiki. Lýsingar av einsemi og sakni verða settar fram í fleiri ymiskum yrkingum, uttan at tann vanligi speirekandi peikifingurin verður havdur á lofti. Sjálvandi er lítið virði í einari áhaldandi røð av hyperromantiskum kensluspræningum, men harafturímóti er eisini lítil nytta í obligatoriskari ironisering.


hvørja nátt

vitjar tú

meg

í dreymi


tú gerst

yngri og

yngri


eg gerist

eldri og

eldri


hvørja ferð

eg vakni

inn í

einsemið


sum ongan

aldur

hevur

[s. 48]


Hesir húðarleysu glottarnir eru spjaddir út um alt savnið, uttan tó at máa støðið undan tí speisku og nútíðarhóskandi heildini, tvørturímóti. Skriftstøð megnar at hevja seg upp um postmodernaða runudíkið, har alt ræður um patologiskt at blaka ákærur um naivitet eftir øðrum, meðan savnið alsamt tvíheldur um sín kritiska kjarna. Hetta avrikar verkið uttan at gerast háfloygt, og áðrenn lesarin fær illgruna um, at yrkjarin er blivin sentimentalur tjóðskapari, skal ljós varpast á eitt frálíkt dømi um málreinsaraspott og sarkastiska hvørjumfalsnýtslu.


tað var í teirri bókini

sum eingin dugdi at lesa

at eg langaði eitt skriftstað

úr rættstavingarreglum málráðsins

í høvdið á c

sum ikki læt við seg koma

og so sló eg tað við einum skóleisti

[s. 46]


Kópakonan í Mikladali hevur verið óvanliga nógv í ljósmála seinastu fáu árini, og søgnin hevur fingið nýggjan ham hjá fleiri ymiskum listafólkum innan ymsar listagreinar. Tóroddur hevur eyðvitað tikið ímóti avbjóðingini, og úrslitið er ein sorgarleikur við brutalum neyðtøkum og blóðhevnd, har einki verður ballað inn, og har øll virkandi sum nakað nýtt eru mannfólk.


hann fekk serliga hug á einum

ungum vøkrum brimli

sum hann tók húðina frá

[...]

og tá kom bóndasonurin fram

og segði seg vita hvar húðin var

og fekk lokkað tann unga mannin

niðan í eitt hoyggjhús

har hann neyðtók hann harðliga

so hann bløddi úr gatinum

[...]

og brimlarnir fóru allir upp á land

lótu seg úr bjálvunum

[...]

og tá tóku brimlarnir mikladalsmannin

og skiftust um at neyðtaka hann

líka til einki blóð var eftir í honum

[s. 57]


Í stuttum er Skriftstøð eitt hugkveikjandi listaverk, har tað gamla og tað nýggja renna saman, har tað ærliga, ektaða og kensluborna møtir tí speiska, spíska og meta-tilvitaða. Ilt er at siga, hvørjar møguleikar savnið hevur í sambandi við M. A. Jacobsens, partvíst av tí, at yrkjarin hevur fingið heiðurin tvær ferðir fyrr, men um fimmmannanevndin sóknast eftir einum fjøltáttaðum og kraftmiklum verki, so er hetta framúrskarandi yrkingasavnið eitt gott boð. Uttan mun til, hvørt virðislønin verður latin Tóroddi Poulsen ella ikki, skylda vit okkum sjálvum at geva útgávuni gætur og vissa okkum um, at maðurin handan Skriftstøð ikki blakar perlur fyri svín.

 


Sunnudagsland

Sissal Kampmann hevur í minsta lagi tvey verk á baki, sum eru verd eina føroyska virðisløn fyri fagrar bókmentir. Sunnudagsland er tó ikki eitt av teimum. Ravnar á ljóðleysum flogi bar brá av, at ein ekkamóður, men ósteðgandi motorur var drívmegin í endurtakandi yrkingunum, og savnið birti upp undir ein ramligan fjáltur í upplivaranum. 4D, sum kom út í 2013, var rytmiskt sæð leysari og lættari enn Ravnar, men hevði eitt nýskapandi, hugtakandi og fananívoldskt myndamál. Sunnudagsland er stórt í vavi, men styrkin í skaldskapinum hevur tíverri lyndi til at svinna burtur í einki ímillum hugarensl og orðafloym.

Mentunargrunnur Studentafelagsins gav savnið út í fjør, og verkið fevnir um 54 yrkingar yvir 87 blaðsíður. Tekstirnir hjá Sissal eru sum vant uttan heiti, men hava eina asterisk-stjørnu sum yvirskrift. Yrkjarin gav fyrsta savnið út í 2011, Ravnar á ljóðleysum flogi – Yrkingar úr uppgongdini, og í 2012 fekk kraftagóða frumútgávan Klaus Rifbjergs debutantpris for lyrik. Hendan virðislønin, sum Klaus Rifbjerg setti á stovn í 1983, verður á øðrumhvørjum ári latin einum donskum, grønlendskum ella føroyskum høvundi, sum ikki hevur givið fleiri enn tvey verk út frammanundan. Sissal Kampmann er fyrsti og higartil einasti føroyingur, sum hevur fingið heiðurin. Sunnudagsland er fimta savnið hjá henni, og verkið gjørdist fyri kortum føroyska uppskotið at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Hugtakið sunnudagsland gongur aftur gjøgnum alt savnið og løðist so hvørt við eykamerkingum, til tað at enda er vorðið eitt fjøltýtt symbol. Savnið er halgað heimstaðnum hjá yrkjaranum, og orðið sunnudagsland vísir ítøkiliga sæð beinleiðis til Vestmanna. Bygdin, sum skal eitast at vera eitt hugnaligt friðskjól, verður í roynd og veru lýst sum eitt linligt ídnaðarøki, ið drenar allan vakurleika úr sínum umhvørvi.


tá eygað rakar grefligu grótbrotini,

mosan á húsatekjuni niðanfyri,

vaflurnar á køksborðinum hjá frisørinum,

óstortsligu bátahyljarnar,

órøktaðu húsini, kríatúrini,

bilarnir,

falska sandin,

skeivu, afturlatnu ídnaðarbygningarnar,

rustaðu blikkfasadurnar,

døpru trailaraparkina,

dreparahundarnar,

fuglabjørgini í bygda økinum,

hálvan metur breiðu autostraduna,

sárini og arrini fram við vegnum,

ið hótta við at koppa oman í rættirnar.

[s. 9]


Skaldsligu myndirnar í tekstinum koma ikki brestandi sum eitt skalvalop, men hópast upp sum jøklar í einum alsamt smalkandi dali. Brotið omanfyri er eisini eitt gott dømi um eitt áhugavert fyribrigdi, sum er eyðkent fyri skaldskapin hjá Sissal Kampmann, nevniliga samanbrestin millum náttúru og siðmenning.


Kenni meg sum vargin

ið stendur saman við fjallinum

við ógreiddum hári

og hyggur oman á bygdina,

inn gjøgnum køksvindeyguni

hjá teimum,

ið kenna seg heima.

[s. 67]


Samanrenningin millum menniskjað og aðrar livandi verur kemur viðhvørt til sjóndar í løttum, frískligum samanburðum sum í myndini omanfyri, men oftari eru lýsingarnar feskar og sterkt kropsligar.


Tá tú traðkaði, hoyrdist ljóðið

frá teimum smáu, skríðandi,

seigligu kroppunum

spríkja út undan skónum,

ið trampaðu frá staði til stað.

Frá heimi til heim.

[s. 32]


At verkið er so mikið stórt í vavi, hevur sínar fyrimunir og vansar. Á aðrari síðuni merkir longdin á tekstinum, at yrkingarnar hava umstøður at mana fram eina livandi oyðu, sum megnar at rúnabinda upplivaran við sínum sorgblíðu lýsingum og tunglyntu hugleiðingum. Á hinari síðuni er longdin á tekstinum atvoldin til, at yrkingarnar viðhvørt gerast í so seigar og ringar at sodna. Serliga tær fyrstu yrkingarnar eru langdrignar og megna í fyrstu syftu lítið meir enn at møða lesaran.


Í øllum hesum gráa, ráa

staðfesti eg,

at eg eri troytt í rygginum av at sita.

At stólarnir eru úr svørtum kunstleðri.

At yrkingarnar gerast meir og meir

tómar frágreiðingar um gerandisdagin,

[s. 12]


Dømið omanfyri bendir tó á, at yrkjarin í minsta lagi er tilvitaður um huglagið, sum ræður í tekstinum. Hetta loypir eitt sindur av spenningi í verkið, og spurningurin gerst síðani, hvørt medvitið hjá yrkjaranum vigar upp ímóti keðseminum, sum stílurin elvir til. Hugtakið sunnudagsland sipar meir úrtøkiliga og speiskliga til eitt ávíst (føroyskt) lyndi at pynta upp á verðsliga veruleikan við blondugardinum og blómutyssum. Hetta leggur eina politiska dimensión aftur at tí tekstliga úttrykkinum, sum hóskar væl til yvirskipaða dámin av vónsviki.


Handan lítla plastvindeygað

við littum perum

í svungnum mynstri,

ímyndi eg mær

eina

kvinnu sita við

handarbeiði,

meðan maðurin hyggur at fótbólti,

drekkur dósaøl og etur chips.

Kaffikannan og tveir koppar

standa á lága borðinum,

kanska ein fløska av Baileys,

meðan sjónvarpsljósið kastar litir

móti sólsetrinum

í eyguni á henni,

sum heldur vilja síggja

okkurt annað

[s. 64]


Savnið er í stóran mun merkt av endurminningum og stundum nostalgiskum myndum, men rivur og sprungur í glansbílætinum stinga seg upp, og lýsingarnar verða kryddaðar við beiskum vónbroti.


Sumt broytist aldri,

eins og Glinsból

og Bjarghylur

summardagar,

har vit svumu

meðan vit í loyndum longdust

burtur úr Sunnudagslandi,

og innantanna

droyndu um,

at hyljarnir og sílini

vóru størri,

krákuberini søtari,

hitin heitari,

dagarnir og næturnar longur,

tá longsti dagur nærkaðist.

[s. 30]


Lýsingin omanfyri vísir inniliga lyrikkin, tá hann er bestur, men spenningurin syndrast, tá ið sentimentaliteturin tekur skaldskapin av ræði, og yrkjarin átekur sær eksplisitt at hugleiða um tilveru menniskjunnar.


At leingjast er menniskjans

tyngsta byrða,

tá gerandisdagurin

ikki gjørdist hann, tú ætlaði.

[s. 30]


Lyrisku lýsingarnar í tekstinum eru tó væl skrúvaðar saman. Serstakliga dømið niðanfyri, har ein ítøkiligur eginleiki menniskjaskapað og meir úrtøkiliga fyribrigdið ljóð verða knýtt at hvørjum øðrum í einum sterkum myndburði.


Av og á megni eg tó at minnast

kensluna av at skunda

mær heim úr skúla,

oman á Seglhúsbrúnna,

bróta spegilssjógvin við einum lítlum,

bleytum, innballaðum,

menniskjaskapaðum ljóði.

[s. 21]


Ein av størstu styrkjunum í ritverkinum hjá Sissal sæst aftur í Sunnudagslandi. Lýsingarnar av materiellum evnum og verum seta seg í huganum og vísa, hvussu sniglar og maðkar eta seg inn í okkara verð, eins og vit gera innrás í teirra.


Dreparasniglarnir eru farnir í dvala.

Sova, meðan sólin ferðast í heitari londum.

Minnist hvíta garðin,

avtaglaður við svørtum

mynstrum,

smølu gøtuna millum húsini

tapetseraða við

gulligum, tjúkkum slími,

spannirnar við eitri,

holutu bløðini,

tómu eplini,

deyðu blómurnar

og rabarburnar.

[s. 32]


Sissal Kampmann hevur givið heili fimm søvn út tey sjey árini, hon hevur verið virkin, og allar útgávurnar hava fingið góða móttøku. Harímillum er fimta savnið tá ið samanum kemur væl umtókt. Fyrsta savnið fekk virðisløn Klaus Rifbjergs í 2012, og nýggjasta savnið er skotið upp til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár, men einki savn hjá henni hevur fingið eina føroyska heiðursløn enn. Við tí í huga er væl hugsandi, at Sunnudagsland fær virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir í Reinsarínum hósdagin 20. oktobur.