Perlur fyri seinar kýr

Sissal Kampmann hevur framleitt nøkur góð søvn, og viðurkenningin, sum hon fekk í Müllers Pakkhúsi, er væl uppiborin

Ragnar Sigrunarson
13. oktober 2017 kl. 16:18

Smáforkølaður, eitt sindur kaldur, men heitur um oyruni. Eg gangi fram við sjóvarmálanum á veg yvir í Müllers Pakkhús, meðan sveru mastrarnar á sluppunum í Vestaruvág daga upp ímóti heysthválvinum. Tað er 5. oktobur, hóast eg í síðstu Dimmu havi lýst við, at heiðurslønir M. A. Jacobsens verða handaðar tvær vikur frammi í tíðini. Í tí høpi hevði eg boðað frá, at seinni partur av greinini Perlur fyri svín fór at vera prentaður til ta tíð. Eg hevði hugt at einari síðu á torshavn.fo, sum lýsti við, at tiltakið fór at vera tann 20. oktobur í ár. Undirritaði fekk tó eitt praktiskt innleiðsluskeið í keldukritikki, tá ið heimasíðan vísti seg at sipa til handanirnar, sum vóru í Reinsarínum í fjør.

Nú bar so á, at annað av verkunum, sum eg umrøddi í undanfarnu grein, fekk heiðurin fyri fagrar bókmentir. Sissal Kampmann vann virðislønina fyri yrkingasavnið Sunnudagsland, og í grundgevingini legði Malan Marnersdóttir dent á gjøllu lýsingarnar av samtíðarligum sinnisstøðum í gerandisdegnum, og hvussu ávikavist útlongsulin og kenslan av rótloysi draga yrkjaran í ymsar ættir.

Sissal Kampmann hevur sum frá líður framleitt nøkur góð søvn, og viðurkenningin, sum hon fekk í Müllers Pakkhúsi tann 5. oktobur, er væl uppiborin. At Sunnudagsland vann virðislønina fyri fagrar bókmentir er í tráð við rákið í Skandinavia, tí tað eru góðir dagar hjá norðurlendskari yrkingalist í løtuni. Í fjør fór heiðursløn M. A. Jacobsens til Heðin M. Klein fyri bylgjandi, bólgnandi, bergtakandi langyrkingina Tað orðið, meðan Katarina Frostenson fekk Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri ljómandi, jazzkenda og tekniskt samansetta yrkingasavnið Sånger och formler.

Í ár er Sunnudagsland eftir Sissal Kampmann tað føroyska uppskotið at fáa norðurlendsku heiðurslønina. Fimm yrkingasøvn og fimm skaldsøgur umframt eitt portrett og eitt prosalyriskt verk eru tilnevnd. Smáu tjóðirnar Føroyar og Áland hava hvør sítt verk í uppskoti, meðan størru londini Danmark, Finland, Ísland, Noregi og Svøríki hava tilnevnt tvey verk hvørt. Tíverri taka hvørki grønlendingar ella sámar lut í ár, og tí vera bara tólv verk tikin til umhugsunar hesaferð í mun til tey fjúrtan í fjør. Spennandi verður at vita, hvussu leikur ferst, tá ið okkara skaldskapur enn einaferð møtir norðurlendsku grannunum í eini kapping, sum eittans upprunaføroyskt verk hevur vunnið. Rói Patursson fekk heiðurin í 1986 fyri slóðbrótandi savnið Líkasum, ið hann hevði yrkt á føroyskum, og føroyski mentanarrisin William Heinesen vann virðislønina í 1965 fyri Det gode håb, ið var skrivað á donskum, sum bókstavliga var móðurmál hansara. Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins verður handað í Finlandiahúsinum i Helsinki tann 1. novembur í ár. Undirritaði mælir tó til, at lesarin sjálvur kannar eftir, um dagfestingin er eftirfarandi.

Verkini, sum ætlanin var at ummæla í hesari Dimmalætting, eru skaldsøgurnar hjá ávikavist Jóanes Nielsen og Marjun Syderbø Kjelnæs. Bommhjarta eftir Jóanes Nielsen er framhaldið av Brahmadellunum frá 2010 og víðkar hendan bergtakandi alheimin, sum sveiggjar ímillum søgu og søgn, harðskap og eldhuga. Óendaliga vera eftir Marjun Kjelnæs er kærkomin samtíðarskaldskapur, har høvundurin sýnir sína styrki; at skapa fløktar og viðkomandi persónar, sum birta upp undir forvitni og áhuga. Báðar bøkurnar eru perlur í sjálvum sær, og á hvør sín hátt eru bæði verkini eitt litríkt og merkisvert ískoyti til føroyskar bókmentir, men av tí at M. A. Jacobsens er farið aftur við borðinum, er ætlanin í staðin at fara í holt við eina aðra nýggjari útgávu í eini komandi Dimmu.

 

(Mynd: Høgni Reistrup)