Tað hevur verið arbeitt í meiri enn eitt ár við fyrireikingunum, og nú er sjøtil settur á sjálvt arbeiðið.
Í dag var samkoma á havnarlagnum í Norðragøtu. Býráðslimir, byggiharrar og fólk frá Kappróðarfelagnum Tindi vóru møtt upp, og tað var borgarstjórin í Eysturkommunu Per Martin Gregersen, sum so at siga setti spakan í. Harvið er farið undir arbeiðið við neystinum hjá Kappróðrarfelagnum Tindi, sum varð stovnað í 2017. Higartil hava bátarnir staðið í hølum í Norðragøtu og í Leirvík.
Kommunan samtykti í mai mánað at fáa róðrarfelagnum nýtt neyst.
Tað er Sp/f BMT, sum fer at gera neystið, eftir at Sp/f FORM er liðugt við at grava út og stoypa.
Formaðurin í Tindi John Høgnesen hevur áður sagt við Sosialin, at talan er um bygning í tveimum hæddum, sum, umframt at hýsa bátunum hjá felagnum, verður útgjørdur við venjingarhølum og skiftirúmum við øllum ti, sum verður roknað við er í nýmótans bygningi av hesum slagnum.
Eysturkommuna hevur játtað 4,8 mió krónur til neystið.
Bátarnir hjá felagnum eru 5-mannaførini Knúkur, Leikalind, Bláni og Geytin, 6-mannaførini Tindur og Sjóherji og 8-mannafarið nýggi Gøtu Tróndur, sum í summar luttók fyri fyrstu ferð í FM kappingini.