Per Martin heldur fram sum formaður

Umframt tríggjar limir frá Kommunufelagnum er nevndin í KAF mannað við einum umboði fyri SEV og einum fyri IRF

Kommunufelagið
11. januar 2025 kl. 13:19

Á skipanarfundi í Kommunufelagnum fríggjadagin, sum varð hildin á Hotel Hilton, vórðu tey trý umboðini fyri Kommunufelagið i nevndina í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum vald.

Per Martin Gregersen borgarstjóri í Eysturkommunu heldur fram sum formaður í kommunala arbeiðsgevarafelagnum.

Á myndini eru:

Næstforfólk: Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu

Limur: Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu

Forfólk: Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, sum er afturvaldur

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið bíðar eftir tveimum umboðum. Í starvsnevndina eigur SEV ein lim og IRF ein.