USA hevur tikið seinastu hermenninar úr Afganistan. Tað upplýsir ovastin fyri hernaðarmyndugleikan hjá USA, Kenneth F. McKenzie, generalur, seint mánakvøldið okkara tíð, sambært Reuters-tíðindastovuni.
Hervið er 20 ára hernaðarhjávera – og longsta kríggið hjá USA – komið at enda. USA leyp á Afganistan í 2001, eftir álopini á USA tann 11. september.
Síðani 15. august, tá Taliban tók Kabul, eru meira enn 123.000 fólk flutt burtur úr afganska høvuðsstaðnum.
Tað upplýsir Kenneth F. McKenzie, generalur.
Hann upplýsir eisini, at amerikanski sendiharrin í Kabul var millum teirra, ið var umborð á seinasta C-17 hernaðarflogfarinum úr Afganistan.
Forsetin í USA, Joe Biden, hevði sett tíðarfreist til tann 31. august, tá afturtøkan skuldi vera endað.
Seint mánakvøldið okkara tíð sigur ein talsmaður fyri Taliban, sambært AP-tíðindastovuni, at bólkurin nú hevur eftirlit yvir flogvøllin í Kabul.
Samstundis fortelja fleiri vitni, at skot kundi hoyrast í Kabul, tá tíðindini um amerikansku afturtøkuna varð almannakunngjørd í Taliban-vinaligum miðlum.
Skotini vóru helst fyri at hátíðarhalda, at USA, eftir 20 ár, ikki longur eru í Afganistan.
/ritzau/