Pensjónistar átala samgonguna

Tey mæla frá, at eitt uppskot hjá samgonguni verður samtykt í Løgtinginum

Áki Bertholdsen
14. november 2023 kl. 07:33

Tað er átaluvert, at pensjónistar skulu standa fyri meiri enn helvtini av sparingini. Tað sigur Landsfelag Pensjónista, sum nú eisini fer upp í kórið á teimum, sum mótmæla ætlanini hjá samgonguni at minka ískoytið frá Heilsutrygd til heilivág.

Eftir uppskotinum verður egingjaldið fyri pensjónistar og fyritíðarpensjónistar hækkað munandi, har hægsta egingjaldið fer úr 1.520 krónum, upp í 2.320 krónur og sostatt hækkar tað 800 krónur um árið, ið er ein hækking uppá 53 prosent.

Tað er ein serstakliga stór hækking fyri tey, ið hava eina útreiðslu upp til 2.800 krónur, har egingjaldið fer úr 933 krónum, upp í 1.540 krónur, ið er ein hækking uppá 65 prosent.

– At pensjónistar og fyritíðarpensjónistar skulu standa fyri meira enn helvtina av sparingini hjá Heilsutrygd er átaluvert, tí tað eru hesi, ið hava tørv á nógvum heilivági, ið eru ringast fyri í okkara samfelag, sigur Landsfelag Pensjónista og tí mæla tey frá, at lógaruppskotið verður samtykt.