Eftir at Joe Biden forseti blakaði handklæði í ringin og boðaði frá, at hann tekur seg úr valdystinum, er peningur floymdur inn í demokratisku herferðina.
Hóast tað er minni enn eitt samdøgur síðan at Biden kunngjørdi, at hann ikki stillar upp, eru tað savnaðar næstan 50 milliónir dollarar til herferðina hjá Kamala Harris. Tað sigur ein talsmaður fyri Harris, sambært tíðindastovuni Reuters.
- Vanligir amerikanarar hava latið 49,6 milliónir dollarar í gávum til hennara herferð, sigur talsmaðurin. Hetta svarar til næstan 350 milliónir krónur.
Online pallurin Actblue, har ein kann lata smáar upphæddir til demokratisku herferðina, kunngjørdi klokkan tvey í nátt føroyska tíð, at tey høvdu fingið 46,7 milliónir dollarar, eftir at Biden boðaði frá, at hann tók seg aftur. Tað er meira enn 320 milliónir krónur. Pallurin skrivar á X, at talan er um størsta innsavningardagin í 2024:
Peningurin fellur á eitt turt stað. Samstundis sum fleiri settu spurnartekin við um Biden var ov gamal til enn eitt valskeið, tóku fleiri av stóru fíggjarligu veitarunum stuðulin aftur. Í byrjanini av juli ljóðaði tað frá Disney familjuni, sum hevur latið risa mongdir til flokkin, at tey fóru at taka stuðulin aftur, inntil Biden tók seg aftur sum valevni.
Í byrjanini av árinum vóru Demokratarnir annars frammanfyri Republikanararnar tá tað kom til at savna inn pening. Hetta broyttist við kjakinum um Biden og tá Donald Trump varð dømdur í málinum um hússj-pengar.
Serliga seinast nevnda málið legði Trump á odda, tá hann samdøgrið eftir, at hann var funnin sekur, fekk 53 milliónir dollarar. Hetta er meira enn 363 milliónir krónur.