Tað er eitt rættiliga umfatandi arbeiðið at gjalda pengarnar aftur - hóast teir eru kravdir inn av órøttum.
Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í Heilsumálum. Tað sigur hon í samband við, at útisiglarar eru kravdir eftir at rinda til Heilsutrygd í Føroyum, hóast teir ikki skulu gjalda.
Rættarskipanin hevur nevniliga staðfest, at útsiglarar, sum rinda heilsutrygdargjald uttanlands, skulu ikki eisini rinda til Heilsutrygd í Føroyum. Tí hevur Heilsutrygd nú fingið heimild til at geva teimum undantaksloyvi frá at gjalda, sum ikki skulu gjalda.
Samstundis verður arbeitt við eini skipan, so at tey, sum hava rindað av órøttum, fáa pengarnar aftur. Men Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, vil nú eisini hava eina forkláring upp á, hví útisiglarar framvegis verða kravdir eftir útistandandi heilsutrygdargjaldi, hóast teir ikki skulu rinda.
Margit Stórá sigur, at arbeitt verður við eini skipan, so at útisiglarar, sum hava goldið til Heilsutrygd av órøttum, fáa pengarnar aftur.
Men landsstýriskvinnan ásannar, at hetta arbeiðið er rættiliga umfatandi. Eftir ætlan verður lógaruppskot um hetta lagt lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetu - sum endar á ólavsøku.
– Talan er um neyðugt arbeiði, tí tað ber ikki til at staðfesta, hvør hevur rætt til at sleppa undan at gjalda heilsutrygdargjald uttan skjalprógv, sigur landsstýriskvinnan.
– Heilsutrygd veit ikki, hvør hevur rætt til at fáa afturgoldið heilsutrygdargjald. Til hetta krevst, at útisiglarar sjálvur upplýsa, nær teir hava arbeitt uttanlands, og um teir hava rindað sosialt tryggingargjald uttanlands.
Margit Stórá sigur, at áðrenn Heilsutrygd veit hetta, ber ikki til at vita, hvat fyri endurgjald hvør einstakur útisiglari hevur rætt til.
Hon sigur eisini at Taks, ið er myndugleikin, sum krevur almennar pengar inn, kann ikki gevast at krevja útistandandi heilsutrygdargjald út, fyrr enn tey hava fingið upplýst, hvør hevur rætt til at sleppa undan at rinda.
Somuleiðis kann Taks heldur gjalda heilsutrygdargjald aftur til tey, sum hava goldið av órøttum, fyrr enn stovnurin hevur fingið upplýst, hvør skal hava gjaldið aftur - og fyri hvat tíðarskeið.