Ein av heimsins kendastu sangskrivarum og sangarum, Kris Kristofferson, kemur at framføra á G! í summar. Tað verður ein solo framførsla við Kris sjálvum og kassaguitara.
Kris Kristofferson, sum hevur verið í Føroyum tvær ferðir áður, kemur annars henda veg fyri at taka sær av løttum saman við føroyskum vinfólkum. Men tá ið hann frætti at tað er samstundis sum G! og at pallurin stendur opin fyri honum, so lat hann sær ikki siga tvær ferðir, men játtaði beinanvegin at spæla. Kris vil tó ikki sjálvur hava løn fyri at spæla, men letur barnaheiminum lønina sum gávu.
Í summar spælir Kris nakrar konsertir í Europa, harav ein verður á G! Festivalinum og ein á Glastonbury í Onglandi.