Pengakassin hjá KÍ má útbyggjast kemur felagið í bólkaspælið

Tað verður kontant avrokning við kassa eitt uppá heilar 22 milliónir krónur, megnar KÍ at spæla seg víðari til Europa League-bólkaspælið. Hartil koma inntøkur av seldum sjónvarpsrættindum

Sigurjón Einarsson
25. september 2020 kl. 10:51

Kassameistarin hjá KÍ kann fáa eitt luksustrupulleika skuldi tað hent seg, at KÍ spælir seg víðari í Europa League-bólkaspælið, tá klaksvíkingar skulu spæla playoff-dyst á útivølli móti írsku Dundalk í komandi viku.

Sambært heimasíðuni hjá UEFA, so fær eitt fótbóltsfelag 2,9 milliónir evrur, bert við at koma víðari til bólkaspælið í Europa League. Tað svarar til – haldið tykkum fast – 21,8 milliónir krónur! Hendan upphæddin skal leggjast afturat teimum pengum, ið felagið longu hevur forvunnið sær higartil, men eisini teimum pengum, sum KÍ kann forvinna sær, um felagið røkkur dreymalandinum: Ávikavist 4,2 milliónir krónur fyri ein sigur og 1,4 milliónir krónur fyri ein javnleik í bólkaspælinum.

Hetta eru bert tær almennu peningaupphæddirnar hjá UEFA. Hartil koma pengar, ið skulu býtast sundur millum feløgini alt eftir, hvar feløgini liggja á listanum hjá UEFA, umframt tann upphæddin, sum felagið kann fáa burturúr at selja síni sjónvarpsrættindi. Tað er treytað av, hvør keypir rættindini og hvussu nógvar dystir verða sendir – um t.d. ein stór sjónvarpsrás velur at keypa rættindini.

Íalt metir UEFA, at 520 milliónir evrur skulu deilast millum liðini, sum taka lut í Europa League. Tað svarar til 3,8 milliardir krónur.

Kelda: UEFA