Pele Broberg vrakaður sum uttanríkisráðharri í Grønlandi

Grønlendski politikkarin Pele Broberg hevur verið rættiliga opinskáraður um ríkisfelagsskapin. Hetta kom fram í samrøðu við Berlingske fyri viku síðani. Serliga er tað hansara útsøgn, hvør skal sleppa at atkvøða í einari møguligari atkvøðugreiðslu um loysing í Grønlandi, sum í dag hevur fingið avleiðingar fyri hann

Sigurjón Einarsson
27. september 2021 kl. 20:36

Fimm mánaðir náddi Pele Broberg at vera uttanríkisráðharri í Grønlandi, áðrenn hann veruliga kom í andglettin eftir eina samrøðu við Berlingske fyri viku síðani, og tað hevur fingið avleiðingar fyri hann í dag.

Tí í dag er Pele Broberg vrakaður sum uttanríkisráðharri í Grønlandi.

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, hevur yvirtikið uttanríkismál frá Pele Broberg. Eisini hevur hann yvirtikið veðurlagsmál.

Tað skriva grønlendsku miðlarnir, Sermitsiaq.AG og KNR.

Avgerðin, at taka uttanríkisráðharrasessin frá Pele Broberg kemur eftir eina ansvekjandi samrøðu við Berlingske seinasta vikuskifti.

Her kom millum annað fram, at hann helt orðið ríkisfelagsskapur vera eitt misvísandi orð.

– Danmark kann hava ein ríkisfelagsskap millum Jútland og Fjóni ella við Føroyar, um tey eru samd um tað. Mín meining er, at tað hevur ikki so nógv við Grønland at gera, sigur Pele Broberg, frá tjóðskaparliga og afturhaldssinnaða flokkinum Naleraq, í samrøðuni.  

Men útsøgnin, sum Pele Broberg veruliga er komin í andglettin av, er tá hann setur spurnartekn við, um onnur fólk, sum ikki eru inuittar, eiga at fáa loyvi til at atkvøða í einari møguligari atkvøðugreiðslu um loysing.

Hetta fekk sinnini í kók í Grønlandi og fleiri limir í hinum báðum stjórnarflokkunum, IA og Atassut, søgdu, at tey ikki longur høvdu álit á Broberg sum uttanríkisráðharra.

Fleiri í IA kravdu eisini, at Pele Broberg, sum minsta krav, misti embætið sum uttanríkisráðharri, og tað er so hent í dag.

Málsøkini, ið Pele Broberg enn hevur ábyrgdina av, eru vinnumál og handilsmál, skrivar Sermitsiaq.AG.