Mynd: B68
Pedro verður venjari í B68
Hann fer at venja liðið í 2. deild og U21 liðið
Jóannes Hansen
23. januar 2024 kl. 21:05
Í heyst flutti næstbesta liðið hjá B68 niður úr 1. og í 2. deild.
Í kvøld boðar B68 frá, at Pedro Tarancón Antón í ár fer at venja liðii í 2. deild og U21 liðið.
37 ára gamli spaniumaðurin kom í 2016 til Føroya og B68 sum fótbóltsspælari. Hann hevur síðani tá verið í Føroyum, og flestu árini hevur hann verið á Toftum. Hann hevur sambært faroesoccer spælt 33 dystir í bestu deildini og 95 í næstbestu deildini. Nú fer hann at royna seg sum venjari.